Nú kann farast undir at seta vindmyllur í Flatnahaga
Ætlanin at seta eina vindmyllulund upp í Flatnahaga, vestan fyri myllurnar í Húsahaga, kann nú fara í gongd aftur. Tað er eitt felag undir stovnan, v/Magn og fleiri, sum í 2019 fekk loyvi frá Elveitingareftirlitinum á Umhvørvisstovuni at seta seks stórar vindmyllur upp í Flatnahaga. Myllurnar kunnu framleiða umleið 15 prosent av samlaðu streymnøgdini í Føroyum.
Avgerðin varð tikin 2. oktober 2019, men Sp/F Vindrøkt kærdi. Eftir drúgva kæruviðgerð hevur Vinnukærunevndin nú staðfest avgerðina hjá Umhvørvisstovuni, og felagið, sum m.a. Magn er við í, kann fara í holt við at seta myllur upp. Gongst sum ætlað, kann vindmyllulundin koma upp í 2021.