Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Norðurlendskt størv við starvsstaði í Føroyum

Tvey størv sum samskipari í norðurlendskum arbeiðsbólkum innan umhvørvi eru leys at søkja. Fær føroyingur starvi, verður viðkomandi settur í starv á Umhvørvisstovuni ella øðrum viðkomandi stovni.

Norðurlendska ráðharraráðið søkir samskiparar til arbeiðsbólkarnar ”Vistskipanir á landi” (TEG) og “Veðurlag og luftdálking” (KOL).

TEG arbeiðir fyri at varðveita náttúru, landslag, náttúrufjølbroytni, mentanarvirði og tær tænastur, sum náttúran veitir okkum.

KOL arbeiðir fyri at fyribyrgja álvarsomum og skaðiligum veðurlagsbroytingum og at fyribyrgja at luftdálking skaðar heilsu og umhvørvið .

Arbeiðið í bólkunum fer fram við at fremja verkætlanir, ið kunnu skapa grundarlag hjá myndugleikunum í øllum norðurlondum í fyrisitingini innan nevndu øki. Arbeiðsbólkarnir hava fundir tvær ella tríggjar ferðir um árið upp á skift í øllum Norðurlondum. Limirnir í arbeiðsbólkunum eru úr øllum norðurlondum, eisini Føroyum.

Arbeiðið hjá samskiparanum er at fyrireika fundir, at samskipa og fylgja við verkætlanum hjá arbeiðsbólkinum, t.d. gera fíggjarlig yvirlit, og annars at standa fyri dagliga arbeiðinum í bólkinum. Samskiparin hevur eisini javnan fund við samskipararnar í hinum arbeiðsbólkunum innan norðurlendska umhvørvissamstarvið.

Samskiparin verður settur í starv hjá einum myndugleika í einum norðurlandi. Føroyingur, sum verður settur sum samskiparari í norðurlendskum arbeiðsbólki innan umhvørvið, kann verða settur í starv á Umhvørvisstovuni.

Bæði størvini eru fulltíðarstørv.

Umsóknarfreistir:

 

Sí starvslýsingarnar her:

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, Jóhannu Olsen, tlf 342400, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.