Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Náttúrusavnið úr Umhvørvisstovuni

Eftir at hava verið partur av Umhvørvisstovuni síðani 1. juni 2007 gerst Føroya Náttúrugripasavn aftur sjálvstøðugur stovnur frá 1. januar 2009. Ætlanin um eina felags náttúru-, umhvørvis,- og lendisfyrisiting hevur við hesi broyting fingið eitt skot fyri bógvin. Neyðugt er nú á annan hátt at styrkja Umhvørvisstovuna, so ein komandi náttúruverdarlóg kann fyrsitast á fullgóðan hátt.

Náttúrugripasavnið partur av Tjóðsavni Føroya
Landsstýriskvinnurnar í ávikavist mentamálum og innlendismálum gjørdust á sumri 2008 samdar um, at umskipa Umhvørvisstovuna og heittu á Løgmann, um at taka Náttúrugripasavnið úr Umhvørvisstovuni. Orsøkin er, at Náttúrugripasavnið er partur av ætlan hjá Mentamálaráðnum har  landssøvn undir ráðnum bygnaðarliga skulu skipast í eitt Tjóðsavn Føroya, sum eisini skal fevna um Føroya Náttúrugripasavn. Broytingin er eisini í samsvar við ynskið hjá starvsfólkunum á Náttúrugripasavninum og á Havfrøðiligu Royndarstøðini í Kaldbak.
Umhvørvisstovan viðurkennir ynskið hjá Mentamálaráðnum við ætlanini um Tjóðsavn Føroya. Tó harmast vit um, at útskiljingin skerjur møguleikan hjá Umhvørvissstovuni at uppbyggja eina munadygga náttúruverndarfyrisiting, sigur Jákup Pauli Joensen, stjóri.
Støðið undir stovnanini av Umhvørvisstovuni var ein samanlegging av náttúru, umhvørvi og lendi, so hesi kundu samskipast í eina felags fyrisiting. Hetta varð mett neyðugt  so náttúruverndarlóggávan kundi dagførast og nýggj lendislóggáva gerast. Náttúrugripasavnið varð partur av samanleggingini grundað á tann vitanarførleika, stovnurin hevði innan føroyskt djóra- og plantulív.
Náttúrufyrisiting byggjast upp
Náttúrufyrisitingarliga økið kemur at hava tørv á eini rættiliga grundleggjandi uppbygging, og alneyðugt er at styrkja henda partin av stovninum, skal ein náttúruverndarlóg setast í gildi, og ætlanin framhaldandi er, at Umhvørvisstovan skal fyrisita hesa.
Umhvørvisstovan vónar, at tann vitan og tær royndir, sum starvsfólk á Náttúrugripasavninum hava, framvegis kunnu koma náttúrufyrisitingini til nyttu við eini samstarvsskipan.
Nú Náttúrugripasavnið verður endurskipað frá nýggjárinum, fer Umhvørvisstovan at takka fyri tíðina saman og ynskja Náttúrugripasavninum góða eydnu í framhaldandi virkseminum.
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400.