Náttúruloysnir í Norðurlondum: Nýggj frágreiðing greiðir frá støðuni og vísir vegin frameftir
Altjóða stovnar sum UNEA, IPBES og IPCC vísa á, at náttúruloysnir eru partur av loysnini, tá vit tosa um náttúru- og veðurlagskreppuna í heiminum. Ein nýggj frágreiðing frá Norðurlendska ráðharraráðnum tekur støði í 54 norðurlendskum verkætlanum við náttúruloysnum og vísir á, hvussu vit í Norðurlondum kunnu seta fleiri slíkar verkætlanir í gongd í framtíðini.
Vit brúka alsamt fleiri náttúruloysnir í Norðurlondum, men menningarmøguleikarnir eru framvegis stórir og snúgva seg ikki bara um veðurlag ella fjølbroytni í náttúruni. Eisini búskapur, heilsa og sálarligur trivnaður spælir inn, tá samlaða nyttuvirðið av eini náttúruloysn skal gerast upp. Soleiðis ljóðar ein av niðurstøðunum í frágreiðingini ”Working with Nature-based Solutions”, sum Norðurlendska ráðharraráðið gav út herfyri. Frágreiðingin ger upp, í hvussu stóran mun vit brúka náttúruloysnir í Norðurlondum, og hóast talið er vaksandi, so kunnu vit staðfesta, at vit eru afturúrsigld í mun til aðrar partar av heiminum.
Ein av niðurstøðunum í frágreiðingini er tí eisini, at tørvur er á at fylgja við arbeiðinum við náttúruloysnum yvir longri tíðarskeið, og at gera meira umfatandi cost-benefit greiningar, so tað er greiðari, hvussu væl tað loysir seg at velja hetta slagi av loysnum framum sonevndar gráar, tekniskar loysnir.
- Sum støðan er í dag, kann tað vera trupult at síggja veðurlag, náttúru og trivnað hjá menniskjum í sama høpi, og harvið eisini at gjøgnumskoða samlaða virðið av eini náttúruloysn framum eina tekniska loysn. Fyri at økja um verksetanina av náttúruloysnum eiga vit at taka burtur forðingar, sum kunnu halda onkrum frá at velja náttúruloysnir, sigur Irene Lindblad, stýrisbólkaleiðari á norðurlendska programminum Náttúruloysnir í Norðurlondum,
”Vinningurin av náttúruloysnum er fleirtáttaður. Náttúruloysnir eru við til at hjálpa okkum við veðurlagsavbjóðingunum annaðhvørt við at binda CO2, og soleiðis avmarka veðurlagsbroytingarnar, ella at gera samfelagið meira mótstøðuført móti ógvusligum veðri. Náttúruloysnir økja um náttúrufjølbroytnið og betra trivnaðin hjá menniskjum.” Irene Lindblad
Seinastu árini hava altjóða stovnar so sum UNEA (United Nations Environment Assembly), IPBES (the Intergovernmental Science-Policy Platform on Biodiversity and Ecosystem Services) og IPCC (Intergovernmental Panel on Climate Change) varpað ljós á náttúruloysnir, og sagt verður, at náttúruloysnir kunnu vera ein triðingur av samlaðu loysnini uppá náttúru- og veðurlagskreppuna. Náttúruloysnir verja, endurbøta og tryggja burðardygga umsiting av vistskipanum okkara – og so er tað prógvað, at tær rigga.
Felags standardir eru neyðugir
Til tess at stuðla verksetanini av fleiri náttúruloysnum er neyðugt at tey, sum arbeiða á økinum, hava felags standardir. Náttúruloysnir skulu eisini gerast alsamt vanligari bæði á politiskum og praktiskum støði, vísir frágreiðingin á. Tað kann vera við til at tryggja, at náttúruloysnir í størri mun gerast reglan heldur enn undantakið, sum støðan er í dag.
Frágreiðingin “Working with Nature-Based Solutions” er skrivað av Norsk Institutt for vannforskning (NIVA) í samstarvi við Aarhus Universitet, Natural Resources Institute Finland (Luke), Landbúnaðarháskóli Íslands og Lund Universitet. Frágreiðingin er útgivin undir fýra ára programminum “Náttúrurloysnir í Norðurlondum” undir Norðurlendska ráðharraráðnum, sum verður umsitið á Umhvørvisstovuni.
Les alla frágreiðingina her.
8 royndarverkætlanir
Á vári 2022 fingu átta royndarverkætlanir stuðul frá programminum Náttúruloysnir í Norðurlondum. Verkætlanirnar fevna um fleiri lond og fleiri sløg av náttúruloysnum, ið hava sum endamál at finna útav, hvat riggar, og hvat kann gerast øðrvísi, tá vit í framtíðini skulu seta fleiri náttúruloysnir í verk. Royndarverkætlanirnar snúgva seg um lokala matframleiðslu, at styrkja jaðaran fram við áum og vøtnum, at taka avlopsfosfor úr havinum, at gróðurseta skóg, at endurbøta vátlendi, at byggja hegn burtur úr urtagarðsburturkasti og at endurbøta skriðulop. Hetta seinasta verður gjørt í eini verkætlan á Syðradali á Kalsoynni, sum Tjóðsavnið stendur fyri í samstarvi við Miðnám í Vestmanna og bóndan á Blankskálagarði.
Sí video om royndarverkætlanirnar her.
Norðurlendska samstarvið strembar eftir, at Norðurlond skulu verða heimsins burðardyggastu í 2030. Sum liður í hesum arbeiði, hevur Norðurlendska ráðharraráðið sett 26 milliónir av til eitt fýra ára programm um náttúruloysnir í Norðurlondum. Programmið er samansett av fimm verkætlanum, sum verð settar í verk í árunum 2021-2024.
Les meira um alt programmið her.
Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at venda tær til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo