Móttøka á Umhvørvisstovuni
Í sambandi við, at Jóhanna Olsen herfyri tók við sum stjóri á Umhvørvisstovun verður móttøka á høvuðsskrivstovuni á Argjum, fríggjadagin 7. oktober, frá kl. 15-17
Jóhanna Olsen tók við stjórastarvinum 1. august 2011 og í hesum sambandi bjóðar stovnurin til móttøku á høvuðsskrivstovuni á Argjum, fríggjadagin 7. oktober, frá kl. 15-17
Jóhanna Olsen er útbúgvin cand.scient í lívfrøði. Harumframt hevur hon tikið masterútbúgving í umhvørvismeting við høvuðsritgerð um lendisplanlegging í Føroyum.
Jóhanna Olsen hevur drúgvar fyrisitingarligar royndir. Seinastu 4 árini hevur hon verið deildarleiðari á Umhvørvisstovuni. Áðrenn hetta starvaðist hon í 8 ár á Heilsufrøðiligu starvsstovuni sum umhvørvisviðgeri og deildarleiðari.
Vil tú vita meira ber til at venda sær til Jóhann Lützen, kunningar- og viðskiftasamskipara á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo