Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Loyvir latin til 12 nýggjar vindmyllur

Umhvørvisstovan hevur latið tvey nýggj loyvi til at framleiða el úr vindorku. Annað fær Vindfelagið hjá SEV og hitt fær felag undir stovnan v/Magn o.ø. SEV fær loyvi at seta myllur upp á Eiði og Magn í Flatnahaga við Tórshavn.

Umhvørvisstovan hevur tikið avgerð um at veita einum felagi undir stovnan við Magn  o.ø. loyvi til elframleiðslu úr vindorku í Flatnahaga í Tórshavn. Eisini er avgerð tikin um at veita Vindfelagnum í Neshaga (felag hjá SEV) loyvi at framleiða el úr vindorku á Eiði.

 

Lýst hevur verið eftir áhugaðum umsøkjarum í tveimum útboðum – í Hoyvíkshaganum ella øðrum hóskandi staði og á Eiði.

 

Tá freistin var úti 1. august 2019, vóru umsóknir komnar frá trimum umsøkjarum:

 

 

Umhvørvisstovan umsitur Elveitingarlógina og hevur skyldu til ikki bert at hyggja at prísi, tá loyvi til elframleiðslu verða latin, men eisini at leggja dent á samfelagsbúskap, umhvørvi og veitingartrygd, og harumframt at tryggja, at fleiri framleiðarar bjóða seg fram á marknaðinum.

 

Við hesum báðum útboðunum eru øll hesi atlit tikin.

 

At fleiri hava verið um boðini, hevur gjørt, at umsøkjararnir hava lagt doyin á at koma við góðum tekniskum loysnum og lágum framleiðsluprísi.

 

Nýggju vindmyllulundirnar, sum kunnu koma í rakstur komandi summar, fara at flyta føroyska samfelagið munandi longur fram á leið við framleiðslu av grønari og lutfalsliga bíligari elorku.

 

Tá ið tær 12 vindmyllurnar eru komnar í fullan rakstur,fara tær at kunna minka munandi um oljunýtsluna í elframleiðsluni hjá SEV og tí eisini um CO2-útlátið.

 

Prísurin á elframleiðslu úr vindi er við hesum útboðnum komin niður á 0,23 kr/kWt. Kostnaðurin fyri elframleiðslu úr olju liggur munandi hægri enn hetta. Útbyggingarnar á vindorkuøkinum merkja tí, at tørvurin at hækka elprísirnar í framtíðini minkar.

 

So hvørt, sum elektrifiseringin av samfelagnum tekur dik á seg, og pumpuskipanir og orkugoymslur verða gjørdar, og við vanliga vøkstrinum í elnýtsluni, verða væntandi fleiri vindútboð til støddar sum hesi á Eiði og í Flatnahaga.

Tær tólv myllurnar hava ein mátt upp á 36 megawatt, og íløgan er tilsamans oman fyri 260 milliónir krónur.