Løgfrøðing í parttíðarstarv
Umhvørvisstovan sóknast eftir løgfrøðingi til at verða á stovninum ein dag um vikuna

Vit ímynda okkum, at tú hevur áhuga fyri og er kendur við tey økir, sum stovnurin fyrisitur, so sum tinglýsing, matrikulering og umhvørvisfyrisiting.
Vit hugsa okkum, at gjørd verður ein setanaravtala sum byggir á eina ¼ starvsetan sambært sáttmála ímillum fíggjarmálaráðið og BLF.
Starvið umfatar serliga at standa fyri lóggávumenning innan tey lógarøkir, sum stovnurin fyrisitur. Tað er týdningarmikið, at tann, sum settur verður, hevur áræði og framfýsni til at náa settum málum, er nýskapandi og sjálvstøðug/ur.
Vit bjóða eitt spennandi fyrisitingar- og vitanarumhvørvi, har til ber at verða við til at mynda lóggávuna og verða við í einum breiðum samstarvi við starvsfelagar innan ymisk fakøkir.
Áhugaði skulu senda umsókn til Umhvørvisstovuna innan 18. august 2010.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jákup Paula Joensen, stjóra á Umhvørvisstovuni á jakuppj@us.fo