Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Landsstýrismaðurin vitjaði Umhvørvisstovuna

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður við Innlendismálum var á stovnsvitjan og fekk innlit í virksemi á Umhvørvisstovuni

Leiðslan á Umhvørvisstovuni hevði eina kunnandi framløgu fyri landstýrismanninum, sum eisini hevði aðalstjóran og skrivaran við sær.

Síðani fekk landsstýrismaðurin høvi at síggja stovnin og heilsa uppá starvsfólkini, sum eisini greiddu honum frá teirra arbeiðsøki.

Landsstýrismaðurin var somuleiðis og vitjaði viðarlundina í Gundadali og á Gróðurstøðini í Miðhoydølum. Kári P. Højgaard var fegin  um at vitja Umhvørvisstovuna og hoyra um hvussu arbeiðið á stovninum verður skipað. 

Á lítlu myndini sæst Landsstýrismaðurin hyggja at hvussu kort verða gjørd eftir loftmyndum í eini 3D-mynd. Á stóru myndini taka starvsfólk sýnir av grind, ímeðan Landsstýrismaðurin við áhuga fylgir við.

Vil tú vita meira ber til at venda sær til Jóhann Lützen, kunningar- og viðskiftasamskipara á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo