Kyksilvurinnihaldið í bleikju vaksið
Í hesum døgum er stór ráðstevna í Keypmannahavn, har Umhvørvisstovan luttekur við kanningarúrslitum, sum vísa vaksandi kyksilvurinnihald í bleikju.

Bleikja úr vatninum við Mýrarnar omanfyri Vestmanna er kannað fyri dálkingarevnir síðan 2000. Úrslitini vísa, at kyksilvurinnihaldið í bleikju er vaksið hesi árini (Mynd 1).
Mynd 1 Kyksilvur (mg/kg vátvekt) í bleikjuvødda frá 2000 til 2010. Plot frá PIA forritinum, sum vísir gongdina.
Bleikjurnar á Mýrunum eru í eini byrging og hava tí ikki atgongd til onnur øki, so tey dálkingarevni, sum verða funnin, koma úr vatnveitingarøkinum har, ella tí, sum verður ført hagar við vindi og regni. Sostatt kann innihaldið í bleikju siga nakað um, hvussu nógv luftborin dálking, sum td. kyksilvur, verður førd til Føroya.
Spurningurin er, um tað vaksandi kyksilvurinnihaldið í bleikju er eitt úrslit av, at størri nøgdir av kyksilvuri verða førdar til Føroya við luftini, ella um aðrar orsøkir kunnu vera til hækkingina.
Orsøkir til vaksandi kyksilvurinnihald
Vit vita, at fleiri ymisk viðurskifti hava ávirkan á innihaldið av kyksilvuri í bleikju.
Vaksandi hiti, orsakað av veðurlagsbroytingum, kann elva til hægri kyksilvurdálking, til dømis við øktari frígeving og umgerðing av kyksilvuri, sum longu er í lendinum. Tað er tó ikki beinleiðis linjurætt samband millum hitamátingar frá tveimum støðum í Føroyum og kyksilvurinnihaldið í bleikju (Mynd 2).
Mynd 2 Hitin í luft á Høgareyni og í Tórshavn samanborið við kyksilvurinnihaldið í bleikju (Arctic char) frá vatninum við Mýrarnar oman fyri Vestmanna.
Eisini kunnu broytingar í føðini føra til hægri innihald av kyksilvuri um so er, at fiskurin skiftir frá at eta føði við lægri kyksilvurinnihaldi til aðra føði, sum hevur hægri innihald. Hetta hevði tó væntandi havt við sær, at innihaldið av øðrum dálkingarevnum eisini vaks, men tað sær ikki út til at vera galdandi í bleikju. Mynd 3 vísir, at innihaldið av týningarevninum DDT, er fallið tey seinnu árini.
Mynd 3 ppDDE (ng/g fiti) í bleikjuvødda frá 2000 til 2009.
Eisini hevur byggivirksemi verið við Mýrarnar, sum kann hugsast at hava ført til, at meira kyksilvur er frígivið til vatnið.
Samanumtikið
Vit kunnu staðfesta, at kyksilvurinnihaldið í bleikju er vaksið, men nærri kanningar krevjast fyri at staðfesta, hvør orsøkin til vøksturin er. Tað er tó ein sannroynd, at vektin á bleikjunum í mun til longdina (konditions-indeksið) er fallið hesi árini, sum kanningarnar eru framdar, og kann tað eisini ávirka konsentratiónina av kyksilvuri í bleikjunum soleiðis, at kyksilvurinnihaldið hækkar.
Í hesum sambandi er vert at nevna, at eisini í Norra og Grønlandi er ávíst hækkandi kyksilvurinnihald í fiski úr vøtnum í hesum sama tíðarskeiði, og tað er komið óvart á, tí annars hevur minkandi kyksilvur verið at sæð í umhvørvinum í nøkur ár.
Ráðstevnan
Kanningarúrslitini verða løgd fram á ráðstevnuni ”The Arctic as Messenger for Global Processes – Climate change and pollution” í Keypmannahavn hósdagin 05-05-11
Poster við kanningarúrslitunum sæst her
Ráðstevnan er fyriskipað av Arctic Monitoring and Assessment Programme (AMAP) samstarvinum, sum Umhvørvisstovan, og fyrr Heilsufrøðiliga starvsstovan, hevur luttikið í síðan 1997.
Úrslit av kanningum av dálkingarevnum í Føroyum, sum eru gjørdar í AMAP samstarvinum, kunnu lesast í frágreingunum:
AMAP Greenland and the Faroe Islands 1997-2001
AMAP Faroe Islands Heavy metals and POPs core programme 2004
AMAP Faroe Islands Heavy metals and POPs core programme 2005-2008
Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo, ella Sannu í Túni Nielsen, tlf. 232472, SannaT@us.fo