Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Jógvan Frýdal 25 ár í starvi

Umhvørvisstovan heiðraði enn ein matrikulmann á merkisdegi hansara

Jógvan Frýdal byrjaði á Matrikulstovuni 1. september 1984 og hevur verið eitt stutt skifti burturfrá. Í vikuni kundi hann hátíðarhalda sín 25 ára starvsdag.

Sum siður er, verða slíkir merkisdagar markeraðir av arbeiðsplássinum. Stjórin á Umhvørvisstovuni, Jákup Pauli Joensen, helt røðu fyri Jógvani, har hann m.a. frøddist um, at matrikulmenninir eru so drúgvir í teirra størvum. Hetta tryggjar Umhvørvisstovuni holla vitan innan útskiftingar- og matrikuløkið og hetta viðførir víðari eitt haldgott tænastustøði til viðskiftabólkar stovnsins.

Petur Nielsen, leiðari á Lendisdeildini, fegnaðist um at hava Jógvan í sínum starvsliði. Petur helt fyri, at Jógvan er tann fullkomni matrikulmaðurin, tí umframt at duga matrikul- og útskifting til fulnar,  hevur Jógvan innlit í jarðarbrúk sum fáur.

Í fleiri ár hevur Jógvan Frýdal umsitið matrikulviðurskifti á vestaru síðu av Eysturoynni og norðeystur síðuni av Streymoynni.

Í dag arbeiðir Jógvan Frýdal einamest við útskiftingarmálum.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jákup Paula Joensen, stjóra á Umhvørvisstovuni á jakuppj@us.fo