ICES-frágreiðing um alivinnuna í Føroyum
Nýggj ICES-frágreiðing gevur eina heildarmynd av føroysku alivinnuni. Í arbeiðsbólkinum, ið hevur skrivað frágreiðingina, eru umboð frá føroyskum myndugleikum, ráðgevarar og granskarar við serkunnleika innan lív-, búskapar- og stjórnmálafrøði.
Í mai 2022 varð ein arbeiðsbólkur við serfrøðingum settur at gera eina heildarmynd av alivinnuni í Føroyum til ICES-frágreiðingina “Aquaculture Overview”. Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, og Henn Ojaveer, umboð frá ICES, ritstjórnaðu frágreiðingina, ið Aquaculture Overview lýsingin tekur støði í.
Arbeiðsbólkurin var tvørfakligur og frágreiðingin lýsir alivinnuna sum eina heild, bæði viðvíkjandi lóggávu, framleiðslu, umhvørvi og týdningin fyri føroyska samfelagið. Harvið er vitan, sum áðrenn var spjadd ímillum stovnar í ymsum frágreiðingum og vísindaligum greinum, nú samlað á einum stað.
ICES-frágreiðingin um føroysku alivinnuna er tann triðja í Aquaculture Overview-røðini. Tær fyrru útgávurnar lýsa ávikavist alivinnuna í Norðursjónum og Keltiska havinum.
Slóð til frágreiðingina: Faroes ecoregion – Aquaculture Overview (figshare.com)
Slóð til frágreiðing frá arbeiðsbólkinum, ið Aquaculture Overview tekur støði í: Workshop on the Faroes Ecoregion Aquaculture Overview (WKFaroesAO) (figshare.com)
Í arbeiðsbólkinum vóru:
Gunnvør á Norði, Fiskaaling
Rúni Dam, Avrik
Eilif Gaard, Havstovan
Katrin H. Jensen, Umhvørvisstovan
Unn Laksá, Sjókovin
Magni Laksáfoss, Sjókovin
Birna Mørkøre, Heilsufrøðiliga starvsstovan
Ann-Lisbeth Agnalt, IMR, Norway
Anne Cooper, ICES
Cecilia Kvaavik, ICES
Ena Briesemeister, ICES
Henn Ojaveer ICES