Hvussu kunnu skip og bátar leggja um til varandi orkukeldur?
Fyri at minka munandi um oljunýtsluna fram til 2030 og at vera leys av olju í 2050, er neyðugt at finna onnur brennievni til okkara flutnings- og vinnufør á sjónum.
Fróðskaparsetrið er partur av einari Northern Periphery and Arcitic verkætlan, nevnd ”Hydrogen Utilisation and Green Energy” stytt HUGE. Aðrir luttakarar í verkætlanini eru universitet og felagsskapir úr Írlandi, Norðurírlandi, Skotlandi, Finnlandi og Íslandi.
Í sambandi við, at verkætlanarbólkurin hittist í Føroyum, verður skipað fyri einum fundi, har evnið nullútlátsbátar verða umrøddir, og hvørji krøv hetta setur til komandi grønu orkuskipanina. Fundurin verður mikudagin 27. oktober 2021 kl. 13 og verður stroymdur á Youtube.
Boða frá luttøka á Eventbrite.
Hydrogen, Towards a Zero-Emission Fleet Tickets, Wed, Oct 27, 2021 at 1:00 PM | Eventbrite
Fundurin verður á enskum, og er skráin henda:
- 13:00 – 13:10: Welcome & HUGE Introduction; Desislava Todorova, HUGE Project Coordinator
- 13:10 – 13:25: Hydrogen for North Sea ports and harbours; Jon Jordan, NS HyMAP
- 13:25 – 13:40: Energy transition in the Faroes – status and future; Kári Mortensen, Dept. Head, Faroese Environment Agency
- 13:40 – 13:55: From oil to renewable energy – challenges and opportunities; Janus Thomsen, CEO, Effo
- 13:55 – 14:15: Coffee and Networking
- 14:15 – 14:30: Burðardygt Vinnulív – The power of collaboration; Ana Holden Peters, Sustainability consultant
- 14:30 – 14:45: Constructing the first Faroese zero-emission aquaculture workboat; Richard Mortensen, Head of Sales and Procurement, MEST
- 14:45 – 15:30: HOT Service – Faroese case study overview; TEA & HUB Application to Faroese Case study
- 15:30 – 16:00: Q&A and Closing Remarks
Spurningar um tiltakið kunnu sendast til Sigurð í Jákupsstovu á sigurdj@us.fo.