Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Hjartaliga til lukku, fólksligu frøðingar!

Røða, sum Sjúrður Hammer, granskari, helt fyri Jens-Kjeld Hansen, nú hann fekk Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Góði Jens-Kjeld!

 

Marita og tú hava so dyggiliga uppiborið heiðurin og virðislønina, tit fingu í gjár. Hjartaliga til lukku!

Ein av jaligu effektunum av eini virðisløn er ofta uppmerksemi. Vinnarin fær kastljósið á seg eina løtu, verður kendur millum manna. Men – eg ivist, um fleiri føroyingar fara at kenna teg, Jens-Kjeld, um tú setur eitt skelti á húsini í Nólsoy, har tað stendur “móttakari av Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.” Tí – tey kenna teg longu. Heilt nógv hava eisini prátað við teg!

Finna fólk ein stóran eiturkopp ella síggja ein sjáldsaman fugl, so er vanlig reaktión at siga “ring til Jens-Kjeld!” Og tað er tí at Jens-Kjeld svarar! Og vil fegin fortelja og deila sína vitan.

Tykkara virksemi hevur verið til stóra nyttu fyri føroyingar. Men eg ivist ikki í, at um náttúran sjálv kundi sett eina nevnd, við innstillingum frá dreymsóljum, havhesti, drunnhvíta og heygsmonnum, hevði hon eisini peikað til Nólsoyar! Tit hava verið føroyskari náttúru hollir stuðlar og sannir vinir.

Eg tosaði einaferð við ein kendan íverksetara, sum segði,  at tey sum koma longst í verðini eru oftast fólk, sum leggja so nógv í og brenna so fyri evninum, at alt annað verður sekundert. Hetta er eisini galdandi fyri teir bestu granskararnar, at mann ger tað sum mann ger, tí mann kann ikki lata verða. Eg vildi sagt at Jens-Kjeld fellur væl innan fyri hetta. Hann granskar, ikki tí hann fær løn ella heiður fyri tað, men tí at hann ikki kann lata verða. 

Náttúrugransking, sum tann ið tú hevur fingist við í nógv ár, virkar báðar vegir, sum tú nevndi í takkarrøðuni í gjár. Ikki bara vita allir føroyingar at tú ert altíð sera fyrikomandi, um mann hevur okkurt forvitnisligt. Men hetta hevur eisini givið tær eitt samband við vanlig fólk í Føroyum, sum vit aðrir granskarar bert kunnu øvunda tær. Á modernaðum máli verður hetta rópt “community science” ella fólkslig frøði, sum sera stórt virði er í. Men hetta sambandið er ikki komið av sær sjálvum. 

Heiðurslønin er ikki tann fyrsta, sum er komin um tykkara dyr. Í 2012 fekk tú M.A. Jacobsens mentanarheiðursløn. Í 2015 bleiv tú heiðursdoktari við Fróðskaparsetur Føroya. Í 2017 fekk tú Miðlaheiðurslønina frá Granskingarráðnum. Tá tú fekk hesa seinast nevndu, varð millum annað víst á stóra arbeiðið hjá Maritu og tær at halda heimasíðu tykkara, har tit hava uppbygt eitt stórt savn av myndum og vitan um føroyskar plantur og náttúru. Eg minnist, tá tit høvdu fastan teig í Dimmalætting við ”flogkyktinum hesa vikuna.”  Fólk vóru íðin at senda tykkum myndir og kykt, og samskift varð so í blaðnum. Men tit hava sanniliga eisini fylgt við og duga at brúka fólksligheitina á Facebook og øðrum talgildum pallum til at breiða enn meiri kunnleika um sjáldsamar plantur, fuglar, dálking og náttúru sum heild út til føroyingar.

Men eitt er at fáast við tey tingini, sum øll gleðast um. Nakað annað er at tora at vera kærarin. Kritikarin. Tann, sum troyttar kommunur, stovnar og fyritøkur. Dryppar malurtina í bikarið. Tað er ikki altíð lætt. Men tit bæði, Marita og tú, tora. Tykkara áhaldni og dirvi hevur eitt nú víst almenninginum á trupulleikan við pettum av spreingileidningum, sum reka upp á strendurnar. Dálking, sum stendst av, at vit spreingja grót til havnaløg og tunnilsgerðir. Nú er ein kanning komin frá systirfelagsskapinum hjá hesum, sum hevur latið tær umhvørvisvirðisløn, sum vísir á, hvat kundi verið gjørt fyri at sloppið undan hesi dálking.  Tað ER neyðugt, at einstaklingar vísa á, tá okkurt ikki er rætt. Tá okkurt, vit menniskju ynskja okkum, dálkar og skaðar nátturuna. Tit bæði tora tað. Eisini at venda aftur og varskógva eina ferð afturat, um ongin lurtar fyrstu ferð. Tað er nógv vert fyri vin tykkara náttúruna. Men eisini fyri okkum onnur. Tit vekja okkum og geva øðrum dirvi til at gera tað sama sum tit. 

Vit eru nógv, sum hava stóra virðing fyri tí arbeiðinum sum tú sum náttúrugranskari hevur lagt eftir teg, og sum tær sjálvum dámar so væl at nevna, at tú ert bara ein danskur kokkur úti í Nólsoy. Vit eru fleiri sum vóna, at tú og Marita kanska kunnu brúka umhvørvisvirðislønina til at sova leingi onkran sunnumorgun í staðin fyri at fresa landið upp og niður fyri at finna sjáldsamar blómur ella kykt. 

Tú hevur framvegis sera nógv jørn í eldinum, veit eg. Tað er vælkent at Ludwig van Beethoven var byrjaður at blíva deyvur longu tá hann skrivaði sína fimtu symfoni, men fleiri av hansara kendastu meistaraverkum skrivaði hann eftir at hann hevði mist hoyrnina heilt. Vit vísindafólk tosa vanliga ikki við slíkum sentimentalum heitum sum “meistaraverk”, tí tá tú hevur skrivað og útgivið firvaldabókina, ert tú longu farin í holt við at gera yvirlit yvir eiturkoppar. Og tá ið tann uppgávan er loyst, er okkurt annað, sum bíðar. Men eg vænti so avgjørt at fleiri náttúrufrøðiligar symfoniir ella meistaraverk eru í væntu frá tær. 

Nú er sjónin hjá tær seinastu árini farin at bila. Tað er lagnunnar speisemi at júst hjá tær, sum hevur lagt so nógv í at innsavnað flugur, loppur og annað smákykt, skal sjónin vera tað fyrsta, sum verður tikið. Men hetta hevur ikki steðgað tær. Heldur øvugt! Arbeiðið, sum tú fæst við, hevur fingið ein serligan skund sum vit makligu akademikarar í Havn illa orka at fylgja!

Eins og hjá Beethoven, sum ikki kundi hoyra tað sum hann sjálvur hevði skapt, so kanst tú illa síggja ta stóru lúsasamlingina sum tú hevur klárað at bygt upp á klettunum í Atlantshavi. Hetta er tann beiski veruleikin. Hetta eigur at geva eina eyka stóra virðing fyri tínum arbeiði og virki, tí tað er ein reinur heiður til forvitnið eftir at vita, hvussu verðin hongur saman, og hvat okkara pláss er í verðini. Hetta er tann ósjónliga drívmegin, sum vit vísindafólk hava til felags við listafólk.

Lat ongan iva vera um, at heiðurin, tit hava vunnið, er sera væl uppiborin, og vit kunnu av sonnum siga, at tit eru teir fremstu fólksligu frøðingarnir, vit eiga í Føroyum.

 

 

Sjúrður Hammer

Umhvørvisstovan