Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Hitapumpur eru grønar

Stjórin á oljusølufelagnum Magn mælir til at bíða við fíggjarligum stuðli til hitapumpur til vit í Føroyum kunnu framleiða alla okkara elorku við varandi orkukeldum. Hetta tí at elnýtslan hjá hitapumpum økir um nýtsluna av tungolju, sum dálkar umhvørvið við svávuli.
Orka hevur fyri stuttum umrøtt evnið – sí heimasíðuna hjá  Umhvørvisstovuni
Hetta tí at elnýtslan hjá hitapumpum økir um nýtsluna av tungolju, sum dálkar umhvørvið við svávuli.Orka hevur fyri stuttum umrøtt evnið – sí greinina.

Hitapumpur framleiða orku úr varandi orkukeldum
Ein hitapumpa brúkar el og framleiðir hita.  Millum 60% og 80% av hitaorkuni, sum ein hitapumpa framleiðir koma frá umhvørvinum, restin kemur frá el. Fyrst og fremst tí kunnu vit siga, at hitapumpur eru grønar.

Ikki so grønar, sum tær kunnu verða
Hitapumpur brúka el, og um elorkan verður framleidd við tungolju, eru tær ikki so grønar. Í 2015 var elframleiðslan í Suðri 84% frá tungolju og í høvuðsøkinum 34% frá tungolju. Orsøkin til hendan munin er, at Suðuroy ikki enn hevur nakra framleiðslu úr vindi og ikki enn er knýtt í høvuðsøkið við undirsjóvar elkaðali.

Vetrarhálvan – nógv upphiting – nógv varandi orka
Tað er eitt heppið samanfall, at vetrarhálvuna, tá ið hitatørvurin er størstur og hitapumpurnar tí brúka mest el, er eisini elframleiðslan serliga grøn, tí tá er mest av vindi og regni. Eini hús, sum hava hitapumpu heldur enn oljufýr, brúka sjálvandi onga olju til upphiting, men tí tær brúka el, førir tað til eina ávísa øking av tungoljunýtslu hjá SEV. Útrokningar vísa, at eini hús í Suðri, sum hava hitapumpu og ikki oljufýr, minka um samlaða oljuinnflutningin við umleið 50% (t.d. frá 2500 kg av fýringsolju til 1250 kg av tungolju). Somu húsini í høvuðsøkinum minka um samlaða oljuinnflutningin við umleið 80% (t.d. frá 2500 kg av fýringsolju til 500 kg av tungolju).

Fleiri hitapumpur,  minni oljunýtsla – nógv minni útreiðslur til innflutning
Tað er tí heilt greitt, at jú fleiri hitapumpur verða settar upp, jú minni verður innflutningurin av olju. Innflutningurin fer haraftrat frá dýrari fýringsolju til umleið helvtina so dýra tungolju.

Dálking frá olju og frá hitapumpum
Øll olja dálkar við vakstrarhúsgassinum CO2. 1 kg av olju gevur umleið 3 kg av CO2. Harumframt inniheldur útlátið onnur dálkandi evni, eitt nú sótpartiklar og onnur gass sum nitrogenoxid og svávuldioxid. Tungoljan inniheldur um 1% av svávuli, og er hetta sjálvsagt orsøk til dálking á verkunum hjá SEV. Tað er tó ein fyrimunur, at hendan dálkingin er staðbundin og at til ber at seta krøv til reinsing av útlátinum og til innihaldið av svávuli í tungoljuni. Dálking frá sótpartiklum er størri við brenning við lágum hitastigi og har sum brenningin ofta verður startað og steðgað. Hetta er júst støðan í teimum fleiri túsund oljufýrunum og skorsteinunum, sum eru í nærumhvørvinum hjá fólki.

Hitapumpur dálka als ikki í nærumhvørvinum – ongin brenning, ongin skorsteinur
Tær føra tó í fyrstu atløgu til avmarkaða øking í brenning av tungolju í Vági og á Sundi, men minka samlað nógv um innflutning av olju og um útlátið av skaðiligum evnum í umhvørvið.

Orkupolitikkur – Ferð á grøna orku
Undanfarna samgonga og verandi samgonga,  tað vil siga allir flokkarnir á Løgtingi, eru samd um at føra ein grønan orkupolitikk. Í verandi samgonguskjali eru hesar orðingar:
“Ein miðvís ætlan fyri útbygging, umlegging, framleiðslu og nýtslu av varandi orkukeldum verður raðfest. Í minst lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu innanfyri 10 ár hitast við grønari orku. Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku. Fyri at gagnnýta elorkuna í yvirskoti og geva rúm fyri størri útbyggingum skal eggjast til grøna orkunýtslu hjá húsarhaldum, í flutningi og í vinnu. Verandi stuðuls- og avgjaldsskipanir skulu umleggjast til tess at røkka málunum.”
Í tíðarskeiðinum 2010 til 2015 er elframleiðslan økt frá 280 GWh/ár til 314 GWh/ár. Hóast tað er samstundis nøgdin av tungolju hjá SEV minkað frá 42.000 tons/ár niður í 26.000 tons/ár.
Tað er hendan gongdin við vaksandi elektrifisering og minkandi oljunýtslu, sum skal halda fram móti 2030.

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kára Mortensen, telefon 342400 ella us@us.fo