Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Hátíðarhald fyri Bjarna Hansen

Fríggjadagin í seinastu viku var hátíðarhald á Umhvørvisstovuni í sambandi við, at Bjarni Hansen, landinspektørur, legði frá sær vegna aldur. Bjarni hevur arbeitt sum matrikulmaður í góð 35 ár og verið ímyndin av teknisku nútímansgerðini av føroyskari lendisfyrisiting.

Bjarni er borin í heim í Vestmanna í 1940 og tók prógv sum landinspektørur í 1972. Tá hann var liðugur við útbúgvingina, arbeiddi hann eitt skifti í Danmark, áðrenn hann varð settur í starv á Matrikulstovuni tann 1. juli 1974. Tann 1. juli 2007 gjørdist Matrikulstovan partur av nýggju Umhvørvisstovuni, og gjørdist Bjarni leiðari á deildini Lendi, sum umfataði matrikuløkið. Sostatt hevur hann arbeitt á stovninum í gott 35 ár, nú hann fer frá fyri aldur.

Bjarni Hansen hevur gjøgnum øll síni virkisár verið virkin á tí tekniska økinum. Hann hevur so at siga einsamallur ment føroysku matrikulskránna, sum bleiv skraddaraseymað til tørvin hjá matrikulumsitingini. Umframt á tí datatøkniliga økinum, hevur Bjarni við sínum innliti og nærlagni verið góður í ráðum, bæði hjá starvsfeløgum, viðskiftafólki og øðrum myndugleikum.

Á hátíðarhaldinum varð Bjarni Hansen heiðraður av bæði núverandi og fyrrverandi starvsfeløgum. M.a. bar Jákup Pauli Joensen, stjóri, fram hesa heilsu til Bjarna frá Umhvørvisstovuni:

“Góði Bjarni

Umhvørvisstovan skal hervið takka tær fyri tína drúgvu tænastu á matrikuløkinum, fyrstu mongu árini á Matrikulstovuni og nú á Umhvørvisstovuni.

Tín lutur hevur fyrst og fremst verið at tryggja eina støðuga tøkniliga menning á matrikuløkinum, sum hevur verið framd á einum hollum fakligum grundstøði. Tú hevur sýnt ídni, virkisfýsni og nýhugsan, og alt tú hevur greitt úr hondum hevur verið merkt av tínum nærlagni og fakliga støðufesti. Nú tú leggur frá tær vegna aldur, stendur títt lívsverk á matrikuløkinum eftir sum ein varði, ið tínir starvsfelagar framyvir kunnu skoða sum eitt frágera gott fyridømi innan føroyska lendisfyrisiting.

Umhvørvisstovan ynskir tær við hesum ein blíðan byr framyvir og alt tað besta í árunum sum koma.”