Gransking
Umhvørvisstovan er ein stovnur, sum varar av og arbeiðir innan nógv ymisk øki. Umframt at vera ein fyrisitingarstovnur er Umhvørvisstovan eisini ein granskingarstovnur og granskingarverkætlanir verða framdar innan fleiri av økjunum hjá stovninum.
Á Umhvørvisstovuni eru vit áhugað í at samstarva um verkætlanir, umframt at vegleiða ella hýsa verkætlanum á ymiskum støði innan okkara fakøkir. Til ber at seta seg í samband við Umhvørvisstovuna ella granskarar innan tey ymisku økini.
Granskingarøki hjá Umhvørvisstovuni
- Dálking og náttúra
- Orkuskifti
- Kort og staðarfrøði
- Plantu-aling
Dátusavn á Umhvørvisstovuni
Umhvørvisstovan leggur seg eftir, at dátur og úrslit frá gransking verða goymd á rættan hátt í dátugrunni, og so vítt gjørligt stremba vit eftir at gera hesar dátur almennar.
Eitt yvirlit er gjørt av dátum frá gransking á Umhvørvisstovuni, ið kann síggjast her: Data yvirlit.xlsx