Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Dálking og náttúra

Á Umhvørvisstovuni verður arbeitt við at fáa til vega vitan um dálkingarstøðuna í føroysku náttúruni. Hetta arbeiðið fevnir um at lýsa og granska í útbreiðsluni av umhvørvisdálkandi evnum og árin teirra. 

Serliga verða dálkandi evnir kannað, sum eru umfatað av altjóða konventiónum, og tískil krevja regluligar kanningar, men kanningarnar fevna eisini um sokallað nýggj dálkandi evni. Ein reglulig umhvørviseftiransing av dálkandi evnum hevur verið framd síðani 1996.  

Endamálið við kanningunum er at útinna og menna eina tíðarhóskandi og viðkomandi yvirvøku av umhvørviseitrandi evnum og árinum tess í sjónum, á landi og í vøtnum og áum. 

Á hesi síðu

Dátur fyri dálking í umhvørvinum

Umhvørvisstovan savnar á hvørjum ári eina røð av mátingum av dálkandi evnum í okkara umhvørvi. 
Úrslit av hesum mátingum verða javnan lýst í frágreiðingum, tíðindum ella á annan hátt; men nakrar av mátingunum ber eisini til at finna beinleiðis við at leita í talvuni niðanfyri.

Frá kanningunum eru nógvar frágreiðingar og greinar framleiddar. Yvirlit yvir útgávur frá umhvørvis- og náttúrugransking sæst her.  

Tól

Tól ið vit nýta og hava atgongd til á Vernd: 

Verkætlanir og arbeiðsbólkar

AMAP Umhvørviseftiransing 

Arctic Monitoring and Assessment Programme (AMAP) er ein arbeiðsbólkur undir Arktiska ráðnum. AMAP arbeiðir serliga við at gera einsháttaðar og samanberiligar lýsingar av útbreiðsluni av umhvørviseitrandi evnum í arktisku náttúruni, og hvørji árin umhvørvisdálkingin hevur á fólkaheilsuna hjá íbúgvunum í arktiska økinum. Úrslitini av kanningunum verða nýtt í støðismetingum av umhvørvinum í Arktis. AMAP arbeiðir eisini við útbreiðslu og árinum av veðurlagsbroytingum. 

Meiri kunning um arbeiðið í bólkinum og frágreiðingar, ið AMAP arbeiðsbólkurin hevur lut í, eru at finna á heimasíðuni hjá bólkinum www.amap.no.  

Umhvørvisstovan luttekur í fleiri serfrøðingabólkunum undir AMAP: Kyksilvur (https://mercury.amap.no/), POPs (https://pops.amap.no/) og plastik (https://litterandmicroplastics.amap.no/) serfrøðingabólkunum. 

Joint Nordic Screening

Norðurlendskt samstarv um kanningar av heilsu- og umhvørvisskaðiligum evnum, sum arbeiðir miðvíst fyri at avdúka møgulig nýggj dálkandi evnir í náttúruni. Hetta arbeiðið verður framt av norðurlondum, í tøttum samstarvi við altjóða arbeiðið at fremja og betra um kemikaliu-regulering. Útvald evni ella evnisbólkar í til dømis luft, vatni, jørð og verum, sum liva í náttúruni í øllum norðurlondum, verða kannað.  

Kanningarnar higartil hava m.a. fevnt um: Eftirgjørd muskevni, PFAS, metyleraði siloxan, soppa- og bakteriutálmandi evni, triclosan, yvirflatuaktiv evni við fenol, bleytgerarar og eftirgjørd søtievni, bromeraði flammutálmandi evni, heilivágsleivdir, evnir til persónliga røkt, quarternary ammonium evnir, klorerað paraffin evnir, dechloran og UV-filtur.

Heimasíðan hjá bólkinum er www.nordicscreening.org, har leinki til útgávurnar hjá bólkinum eisini finnast. Yvirlit yvir útgávurnar sæst her

OSPAR MIME

Working Group on Monitoring and on Trends and Effects of Substances in the Marine Environment er ein arbeiðsbólkur undir Oslo Paris konventiónini (www.ospar.org). Endamálið við OSPAR MIME samstarvinum er at savna og skráseta marinar dálkingardátur fyri OSPAR økið. Ein partur av arbeiðinum er at skipa fyri, at dálkingardátur verða skrásettar á sama hátt fyri ymisk øki, soleiðis at dátaskrásetingarnar fyri AMAP, HELCOM og OSPAR eru einsháttaðar. 

HARSAT – altjóða samstarv um nýggj forrit til dátuviðgerð

Verkætlan um at samansjóða dátuviðgerð av yvirvøku av dálking í sjónum, luft og djórum. Menning av nýggjum forriti í samstarvi við altjóða hópi av dátumennarum, dátuviðgerum o.ø. Forritið knýtir saman dátu-viðgerðarhættir hjá AMAP, OSPAR og HELCOM, og verður open-access.

ENVOFAR

Envofar er eitt samstarv millum stovnarnar Fiskaaling, Havstovuna og Umhvørvisstovuna um granskingardátur í føroyska umhvørvinum.

Føroyar liggja á sunnara markinum til europeiska arktiska økið, og stórur partur av bæði luft og sjógvi, sum endar í Arktis ferðast fram við Føroyum. Umhvørvisdátur frá føroyska økinum, bæði frá landi og sjógvi, eru tí av stórum áhuga bæði fyri vísind og stovnar sum takast við umhvørviskanningar og umhvørviseftiransing. 

Fyri at geva eina meiri beinleiðis og brúkaravinarliga atgongd til umhvørvisdáturnar frá kanningum innan hetta økið, hava føroyskir granskingarstovnar stovnað ENVOFAR.  

ENVOFAR er gjørt sum ein felags heimasíða www.envofar.fo, har umhvørvisdáturnar kunnu takast niður. 

ESB – Umhvørvissýnisbanki

Environmental Specimen Bank (ESB) – Umhvørvissýnisbankin varð settur á stovn í 1998. ESB er ein goymsla við frystum sýnum frá djórum og øðrum tilfari, sum er kannað. 

Havhestaverkætlan

Verkætlan í samstarvi við Århus Universitet, sum hevur sum endamál at fylgja støðuni hjá føroyska havhestastovninum við dronumyndum og GPS-sporing. Eisini verður havhestur kannaður fyri plast og fylgt verður við støðuni. 

Kyksilvurroknari

Nú ber til at kanna, hvussu nógv kyksilvur tú fært við matinum, tú etur, ella sum tú kanska ætlar at eta.

Kanningar av dálking í luft

Tríggjar mátistøðir máta dálkingarevni í luft (NO2, SO2 og bitlar). Ein støð er í miðbýnum í Havn og ein onnur støð er í Havnardali, og eru tær ávikavist ein býarmátistøð og ein bakgrundsmátistøð. Ein triðja stendur í Kaldbak. Hesar mátistøðirnar geva áhaldandi vitan um føroyska luftgóðsku.