Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Nýggj frágreiðing um dálkandi evnir í umhvørvinum

Nýggjastu kanningarnar benda á, at sum heild minka nøgdirnar av dálkandi evnum, meðan summi eru vaksandi. Frágreiðingin lýsir hvussu nógv dálkandi evni eru at finna í úrvaldum djórum í Føroyum í árunum 2017-2020, og hvussu nøgdirnar eru broyttar ígjøgnum árini. Kanningarnar eru gjørdar av Umhvørvisstovuni sum liður í arktisku umhvørviseftiransingini Arctic Monitoring and Assessment Programme, AMAP.

Kanningarnar eru av dálkandi evnum í djórum og fiski úr sjónum, á landi og í feskvatni. Tey sløgini, sum eru kannað, eru: grindahvalur, toskur, havhestur, teisti, síl og seyður. Úrvalið av kannaðu djórunum er gjørt við atliti at føroyskum viðurskiftum, til dømis hvørjar keldurnar eru til dálking í fólki gjøgnum kostin.

Omanfyri nevndu djór eru kannað fyri kyksilvur og kadmium, og fyri seint niðurbrótilig, fitiloysilig, mannagjørd evnir, ofta nevnd POPs fyri Persistent Organic Pollutants. Hesi evnini eru fyri tað mesta regulerað við Stockholm POP sáttmálanum, eitt nú PCB, pestisidini DDT, chlordanir og toxaphen og PBDE, umframt flammutálmandi HBCD og perfluoreraðu alkylevnini, PFAS. Dentur er lagdur á at gera tíðarrøðir, so fylgjast kann við broytingum við tíðini.

Kanningarnar vísa, at kyksilvur í toski minkar, meðan tað framvegis er vaksandi í havhesti og ungum grindahvali, tó ikki við somu ferð sum áður. Eingin broyting er í nøgdunum av kyksilvuri í teista. Nøgdirnar av POP dálkingarevnunum eru sum heild minkandi, tó við variatiónum. Í toski sær tað út til, at innihaldið av POP støðugt er minkað síðani 2010. Í ungum grindahvali minka PCB- og pestisid nøgdirnar líðandi.

PBDE minkar spakuliga í grind og ábendingar eru um, at PFAS eisini er minkað seinastu árini. Tølini sveiggja tó so mikið, at týdningarmikið er at fylgja við støðuni komandi árini.

Frágreiðingin kann lesast her.

Meira kunning um AMAP samstarvið, og frágreiðingar gjørdar í tí sambandi, er at finna á www.amap.no.

AMAP

AMAP  samstarvið fevnir um økir í norðasta parti av knøttinum, og kanningarnar eru samskipaðar í AMAP arbeiðsbólkinum vegna Arktiska Ráðið. Hugt verður eftir dálkingini í arktiska økinum, sum stendst av mannaávum, ofta langt burturi frá Arktis. Úrslitini eru eitt týðandi íkast at lýsa dálking í føroyska umhvørvinum. At samskipa kanningar yvir stór landaøki gevur møguleikar at meta um broytingar í dálkingarevnum landanna millum, og á tann hátt fæst eitt gott amboð til at fylgja við dálkingarstøðuni yvir longri tíðarskeið.

Øll úrslit, sum Umhvørvisstovan hevur fingið til vega í sambandi við AMAP kanningarnar, eru tøk á einari AMAP dátu goymslu hjá International Council for the Exploration of the Sea (ICES), og kunnu eisini fáast við at venda sær til Umhvørvisstovuna.

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Hallu Weihe Reinert ella Katrin Hoydal.

Halla Weihe Reinert

Umhvørvisgranskari

Katrin Hoydal

Umhvørvisgranskari

KatrinH@us.fo +298 342471

Lívfrøðingur, phd.

Les meira