Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Frágreiðing um dálkandi evnir í umhvørvinum

Frágreiðingin lýsir hvussu nógv dálkandi evni eru at finna í úrvaldum djórum í Føroyum í árunum 2017-2020, og hvussu nøgdirnar eru broyttar ígjøgnum árini. Kanningarnar eru gjørdar av Umhvørvisstovuni sum liður í arktisku umhvørviseftiransingini Arctic Monitoring and Assessment Programme, AMAP.

Frágreiðingin kann lesast her.

Meira kunning um AMAP samstarvið, og frágreiðingar gjørdar í tí sambandi, er at finna á www.amap.no.

AMAP

AMAP  samstarvið fevnir um økir í norðasta parti av knøttinum, og kanningarnar eru samskipaðar í AMAP arbeiðsbólkinum vegna Arktiska Ráðið. Hugt verður eftir dálkingini í arktiska økinum, sum stendst av mannaávum, ofta langt burturi frá Arktis. Úrslitini eru eitt týðandi íkast at lýsa dálking í føroyska umhvørvinum. At samskipa kanningar yvir stór landaøki gevur møguleikar at meta um broytingar í dálkingarevnum landanna millum, og á tann hátt fæst eitt gott amboð til at fylgja við dálkingarstøðuni yvir longri tíðarskeið.

Øll úrslit, sum Umhvørvisstovan hevur fingið til vega í sambandi við AMAP kanningarnar, eru tøk á einari AMAP  dátu goymslu hjá International Council for the Exploration of the Sea (ICES), og kunnu eisini fáast við at venda sær til Umhvørvisstovuna.