Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Høvuðsuppgávan hjá deildini fyri Land- og sjókort er at savna og deila staðsettar dátur, sum fevna um land og sjóøkið kring Føroyar, umframt at framleiða land- og sjókort sum varandi myndugleiki á økinum. Hesar dátur eru fjølbroyttar, men hava tað til felags, at tær hava rót í staðsetingarfrøðini.  

Á hesi síðu

Nógvar dátur verða innsavnaðar, og hetta gevur góðar møguleikar fyri granskingarverkætlanum.  

Rádátur sum verða innsavnaðar á Land- og sjókort deildini:  

Úr rádátunum verður nógv annað tilfar framleitt so sum kort við ymiskum tema. Eisini verða upplýsingar knýttar at ymiskum støðum t.d. byggisamtyktir, kommunur, bygningar osfr. Niðan fyri eru dømir um dátur, sum verða framleiddar: 

Tól

Tól ið vit nýta og hava atgongd til og brúka í ein ávísan mun á land- og sjókortdeildini: 

Granskingarverkætlanir 

HARMONISE  

Granskingarverkætlanin “Talgilt eftirlit av standi og viðurskiftum hjá skipum og skipsskrúvum”, eisini kalla HARMONISE. Hendan verkætlanin skal kanna nýtsluna av GNSS saman við Fibre Brag Grating (FBG) tøkni fyri at máta bend og “displacement” av skipum. Mátingarnar verða gjørdar bæði í tíðar- og frekvens-økinum. Ætlanin er at vita, um nøkur ávís broyting sæst um okkurt er galið við skrúvuni. Fokus er serliga á skrúvuna, tí tá skrúvan er í ólagið, skapar hon ljóðdálking, sum kann styggja fisk burtur, men sum eisini ávirkar tey størru súgdjórini í havinum.