Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Virksemið á Orku er grundað á almenna orku- og elveitingarpolitikkin, og dentur verður lagdur á at menna varandi orkukeldur. Yvirskipaða málið við orku- og elveitingarpolitikkinum er at tryggja bíliga, trygga og burðardygga orku. Politikkurin snýr seg um at minka um oljunýtsluna og at gagnnýta náttúrugivna orkutilfeingið á besta hátt við fyriliti fyri búskapi, veitingartrygd, náttúru og umhvørvi.  

Í dagliga virkseminum verður stórur dentur lagdur á orkuskiftið frá olju til varandi orku í øllum liðum í samfelagnum.  

Á hesi síðu

Dátur sum Orka savnar inn: 

Sí eisini heimasíðuna www.orka.fo 

Granskingarverkætlanir

Seinastu árini hava nógvar granskingarverkætlanir verið framdar, bæði av starvsfólki á Orku og eisini av lesandi, sum hava verið knýtt at Orku í avmarkaðum tíðarbilum. Fleiri av hesum verkætlanunum hava verið í tøttum tilknýti til granskingarstovnar og ráðgevandi fyritøkur við serligum førleikum. Hetta inniber millum annað nýtslu av modelleringsamboðum á høgum stigi, so sum Balmorel, Powerfactory og PSS/E. 

Grønur alibátur og nærhitaskipan í Leirvík 

Norðurendsk verkætlan, sum snýr seg um at finna snildar elorkunýtarar til nýggju støðuna á elnetinum við til tíðir nógvari yvirskots grønari orku. Verkætlanin er um at vera liðug. Seinasta stigið er at seta upp skipan, sum kann skráseta elnýtsluna beinleiðis, millum annað til nýtslu í granskingarhøpi. 

Hybes 

EU verkætlan undir NPA, nevnd Hybes (Hybrid energy solutions for buildings and infrastructure), sum er samstarv millum stovnar í fleiri norðurlondum um snildar orkuloysnir til bygningar. 

Vitja altjóða síðuna hjá HYBES her.

Faroelyzer 

Greining av møguleikum at brúka elektrolysu í føroysku elskipanini við atliti til stabilisering av elnetinum, gagnnýtslu av yvirskotsvindorku og nýtslu av hydrogen, oxygen og hitaorku í føroyska samfelagnum. Verkætlanin er í tøttum samstarvi við SEV og DTU (Danmarks Tekniske Universitet) og fer at involvera fleiri studentar á master- og PhD- stigi, sum verða knýttir at DTU, SEV og Orku. Arbeitt verður eisini við at víðka verkætlanina til at umfata framleiðslu av biomethan á biogassverkinum Førka.