Gellingarklettur: Avgerðin hjá Umhvørvisstovuni at lýsa 25 MW av vindmátti er staðfest í vinnukærunevndini
Vinnukærunevndin hevur tann 8. mars 2022 viðgjørt kæru frá elfelagnum SEV um avgerð hjá Umhvørvisstovuni at lýsa eftir umsøkjarum til elframleiðsluloyvi úr vindorku.
Vinnukærunevndin hevur avgjørt at staðfesta avgerðina hjá Umhvørvisstovuni.
Avgerðin kann lesast her.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ari Johanneson, telefon 342400 ella us@us.fo