Fyrstu stigini ímóti einum Norðuratlantiskum orkuneti
Á Artic Frontier ráðstevnuni í Tromsø í dag, legði íslendski ráðharrin í handils og vinnumálum, Ragnheiður Elín Árnadóttir, fram eina nýggja frágreiðing um eitt ætlað norðuratlantiskt orkunet.
Frágreiðingin er úrslitið av arbeiði, sum hevur kannað møguleikan at leinkja avbyrgdar orkuskipanir saman við nakrar av teim dyggastu varandi orkukeldunum í Arktis, Norðurlondum og Norðurevropa við stóru orkumarknaðirnar í Stóra Bretlandi og evropeiska meginlandinum. Verkætlanin (kallað NAEN – North Atlantic Energy Network)) fekk í lag samstarv millum umboð fyri Føroyar, Grønland, Ísland, Noreg og Hetland. Samstarvið byrjaði í februar 2015 og hevur lætt nógv um arbeiðið at kunna hvør annan um vitanina, ið er á økjunum, ið eru umboðað, og felagsskapir og fyritøkur.
Kjarnin í bardaganum ímóti upphiting av øllum jarðarknøttinum, er at sleppa framat og gagnnýta varandi orku, og londini í NAEN-verkætlanini kundu fingið ágóðan av samskipaðum samstarvi í framtíðini við orkuútflutningi og vitan á hesum øki. Harafturat eisini fingið ein pall at menna hetta samstarvið og at skráseta menningarmøguleikarnar á hesum økinum. Tað kundi gagnað øllum Evropa.
Til ber at leggja ein 100MW kaðal millum Ísland og Føroyar, men fíggjarliga loysir tað seg helst ikki. Føroyar og Hetland hava havvind á landi og stórar vindmyllulundir í Føroyum hava tørv á máttmiklum sínámillum sambindarum. Ein stórur kaðal úr Íslandi til Skotlands kundi verið lagdur ígjøgnum Føroyar og Hetland og kundi helst flutt orku úr Íslandi, Hetlandi og Føroyum til Skotlands og Evropa. Ein møguligur synergivirknaður kundi verið at flutt vatnorku úr Íslandi um summarið og vindorku úr Føroyum og Hetlandi um veturin.
At senda elmegi úr vatni úr Skotlandi tørvar eitt royndardømi fyri at menna ein 600 MW flutningskaðal millum Hetland og bretska landsnetið og væntandi verður tað sent til bretska el-regulatorin Ofgem í 2016. Hetlendska og bretska verkætlanin hevur staðið við í meira enn tíggju ár og er í brennideplinum fyri at gagnnýta tað einastandandi vindtilfeingið, sum er í Hetlandi. NAEN hevur varpað ljós á møguleikan hjá Íslandi og Føroyum at útflyta varandi orku til elmarknaðin í Bretlandi og Noregi og at binda í evropeiska netið. Kaðalleiðirnar úr Íslandi til Bretlands verða í løtuni kannaðar, og Føroyar eru áhugaðar í at tryggja sær møguleika at fáa varandi orku úr Íslandi.
Grønland hevur stóran vatn- og sólorkumátt, sum eingin kennir út í æsir. Stórarbeiði skal gerast fyri at kunna skráseta møguleikarnar, sum eisini eru í samsvari við undirstøðukervi. Noreg er longu nú í gongd við at gera ein nýggjan undirsjóvarkaðal (HVDC interconnector) til Stóra Bretland. Hann skal vera liðugur í 2021 og kann fara at minka um tørvin á einum nýggjum kaðalsambandi við Noreg í næstu framtíð.
Frágreiðingin leggur dent á, at møguleikarnir fyri at nýta varandi orkukeldur í framtíðini, sum fata um vatnorku, vind, jarðhita og sólorku, eru ógviliga góðir í Norðurlondum. Fleiri kanningar verða neyðugar, skal øll tann varandi orkan í hesum stóra øki kunna gagnnýtast..
Fá meiri at vita frá:
Erla Björk Þorgeirsdóttir,
Orkustofnun, the National Energy Authority Iceland
Tel: +354-569-6000
erla.bjork.thorgeirsdottir@os.is
At taka frágreiðingina niður, trýst her.