Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Føroyar taka undir við at økja um verjuna móti luftdálking frá skipum

Eitt nýtt altjóða útlátseftirlitsøki (ECA) fyri Landnyrðingsatlantshavið kemur væntandi í gildi í 2027.

Føroyar hava tikið undir við einum uppskoti um at lýsa eitt nýtt útlátseftirlitsøki (Emission Control Area, ECA) í Landnyrðingsatlantshavinum, ið skal avmarka luftdálking frá skipum. Á seinasta fundi í umhvørvisnevndini í Altjóða Sjóvinnufelagsskapinum IMO varð mælt til, at eitt samanhangandi ECA-øki verður samtykt fyri havleiðirnar kring Føroyar, Ísland, Grønland, Bretland, Írland, Frakland, Portugal og Spania.

Strangari krøv til útlát av svávuli og nitrogenoxidi

Við uppskotinum verða krøvini til útlát av svávuli herd við at áseta, at í mesta lagi 0,1 % svávul kann vera í brennioljuni hjá skipum, samanborið við núverandi mark á 0,5 %. Hetta er longu galdandi fyri skip í føroyskari havn, ella sum liggja fyri akker innanfyri tveir fjórðingar. Fyri nitrogenoxid verður kravið, at skip bygd eftir 1. januar 2027 skulu lúka strangastu krøv hjá IMO til forbrenning í motorum.

Herdu krøvini fara at minka um luftdálkingina, betra um fólkaheilsuna og verja havumhvørvið í Arktis og Evropa. Umframt at svávulinnihaldið í brennioljuni lækkar, fara sótbitlarnir at minka í tali og vavi, og hevur hetta týdning fyri fyribyrgingina  av veðurlagsbroytingum vegna ís- og jøklabræðing.

Ávirkan á føroysk skip

Fyri føroyska flotan verða herdu krøvini ikki mett at fáa stórvegis týdning. Flestu skipini brúka marina dieselolju, sum lýkur nýggju krøvini. Skip, ið enn brenna tungolju, kunnu annaðhvørt skifta til reinari brenniolju ella fáa góðkendar reinsiskipanir til útstoytsroyk.

Partur av altjóða átaki

Við nýggju ásetingunum verða somu krøv sett til luftdálking frá skipum, sama um hesi sigla úr Suez-veitini og inn í Miðjaðarahavi, ella  um tey sigla framvið evropeiski strondini, inn í Norðsjógvin, Eystrasalt ella leggja leiðina norður í Norskahavið ella yvirum Atlantshav umvegis Føroyar, Ísland og Grønland.

Umhvørvisstovan