Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Føroyakortið vorðið føroyskt

– Tað kennist rætt, at tað nú eru føroyskir myndugleikar, sum varða av, tí onkursvegna kendist tað ikki rætt, at fólkið í Føroyum í veruleikanum skuldi venda sær til myndugleikan í einum øðrum landi fyri at fáa eitt nú dagføringar av  Føroyakortinum gjørdar, segði Sirið Stenberg millum annað í røðu síni í morgun, tá yvirtøkan av kortmyndugleikanum var hátíðarhildin.

Føroyar vórðu 1. apríl myndugleiki á økinum, sum fevnir um kortagerð, men eisini um at tryggja samfelagnum álítandi og dagførdar upplýsingar, eitt nú til GPS-arar og aðra staðsetingartøkni. Umhvørvisstovan umsitur og hevur myndugleikan á økinum.  

Seinasta útgávan av Føroyakortinum, gjørd undir danskari ábyrgd, er talgild, og tað merkir, at nógv fleiri møguleikar eru hjá øllum, ikki bara myndugleikum, at nýta neyvar grunddátur at gera kort til síni egnu endamál. Kortdáturnar eru nevniliga leysgivnar til øll at nýta. 
– Kortmyndugleikin og nýggja, digitala føroyakortið passa sum fótur í hosu í samstarvi okkara við Talgildu Føroyar og lut okkara sum grundardátuveitari í stóru, týdningarmiklu verkætlanini, segði Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni á samkomuni í morgun. 

Í næstum fara Umhvørvisstovan og Talgildu Føroyar at lansera nýggja heimasíðu og nýggj amboð til at taka niður dátur og kort og gera egnar samansetingar. 
Ábyrgdin fyri landkortum er yvirtikin, men sjókort koma afturat 1. januar. Hetta er heilt nýtt arbeiðsøki í Føroyum.
– Eg kenni meg púra trygga og sannførda um, at vit megna hesa uppgávu til fulnar. Eg haldi ikki, at vit enn hava uppdagað, hvussu nógv liggur í yvirtøkuni av sjókortøkinum, men tað fara vit at varnast í komandi tíðum, segði Sirið Stenberg, sum væntar, at yvirtøkan fer at skapa vitanaruppbygging og nýggj, førleikamennandi størv.
– Við ábyrgdini búgvast vit, segði landsstýriskvinnan.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Katrin Petersen, telefon 221953, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo