Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Føroya Dátusavn er farið í søguna

Herfyri avgjørdu partarnir í Føroya Dátusavni at gera munandi broytingar í samstarvinum. Ein av avleiðingunum er, at Umhvørvisstovan framyvir rekur kortal.fo.

Føroya Dátusavn varð sett á stovn seinast í 80’unum sum eitt kort- og edv-samstarv millum nakrar almennar myndugleikar og stovnar. Fyri almenningin var tað fremsta úrslitið av samstarvinum ivaleyst kortportalurin kortal.fo. Uttan at taka munnin ov fullan ber til at siga, at hetta er hin føroyski geodataportalurin. Kortalurin er ein vælvirkandi heimasíða, ið verður nógv brúkt allastaðni í tí føroyska samfelagnum, eins og hann ikki smæðist burtur millum útlendskar lagsbrøður.





Samstarvið um Føroya Dátusavn er nú broytt til eitt leysari samstarv, har hvør einstakur stovnur hevur ábyrgdina av sínum egnu dátuskipanum. Ein av avleiðingunum er, at kortal.fo framyvir verður hýstur og rikin av Umhvørvisstovuni. Allir spurningar viðvíkjandi kortalinum skulu sostatt beinast til Umhvørvisstovuna.

 



Føroya Dátusavn er samstundis vorðið til samstarvið felags dátu stev (fds), har samstarvsavtala er gjørd millum partarnar í fyribils hálvtannað ár. Partarnir í dátusamstarvinum eru: Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, SEV, Føroya Tele, Landsverk og Umhvørvisstovan.

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Petur Nielsen, telefon 342400 ella PeturN@us.fo.