Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fjarhitafelagið fingið umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 1. mai 2014 veitt umhvørvisgóðkenning til hitamiðstøðina hjá P/F Fjarhitafelagnum í Klingruni í Hoyvík.

Støðin, sum er ein ískoytishitamiðstøð, skal brúkast til hitaframleiðslu, tá orkunýtslan í fjarhitaskipanini er størri enn orkan, ið Elverkið á Sundi, Brennistøðin á Hjalla og Hitamiðstøðin á Hjalla kunnu veita.
 
Umhvørvisstovan veitti í 2010 umhvørvisgóðkenning til hitamiðstøðina hjá Fjarhitafelagnum. Henda góðkenning varð kærd av eigarafelagnum inni á Gøtu og Eigarafelagnum Hoyvíks¬hædd, sum mettu, at støðin fór at dálka luftina í grannalagnum.  Landsstýrismaðurin tók kæruna til eftirtektar, og heimvísti góðkenningina aftur til Umhvørvisstovuna til nýggja viðgerð í juni 2010.

Í viðgerðini av nýggju umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á:

Talan hevur verið um eina sera drúgva og umfatandi málsviðgerð, har nógvir ymiskir partar eru tiknir við,  fyri at lýsa málið so væl sum gjørligt.

Málsviðgerðin hevur verið umfatandi og av somu orsøkum eisini heldur drúgv. Fleiri stovnar hava gjørt frágreiðingar um umhvørvisviðurskiftini fyri at lýsa málið so væl sum gjørligt,  umframt at eigarafeløgini aftur hava havt góðkenningina til hoyringar. Serligur dentur er lagdur á at kanna spjaðingina av og innihaldið í roykinum, og fleiri frágreiðingar lýsa, hvussu hann kann  ávirka luftgóðskuna í grannalagnum. Ein frágreiðing hjá Danmarks Miljøundersøgelser (DMU) er brúkt sum høvuðsgrundarlag til at meta um luftgóðskuna, og at áseta hæddina á skorsteininum.

Í mun til upprunaligu ætlanina er verkætlanin broytt soleiðis, at:

Fyritreytirnar í útrokningunum hjá DMU eru, at allar tríggjar oljufýringarnar brenna við fullari megi allar tímar í árinum. Umhvørvisstovan metir, at luftgóðskan í økinum kring hitamiðstøðina ikki fer at at lækkað munandi, men at hon framvegis væl fer at lúka altjóða krøv.  


Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 4. juni 2014.
 

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo