Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Fenol í føroyska umhvørvinum

Felags norðurlendsk kanning vísir at Føroyar ikki eru betur fyri enn onnur norðurlond, tá dálking við fenol umræður.

Í sambandi við eina felags norðurlendska kanning eru vatn, mold, sediment og onnur sýni frá umhvørvinum í Føroyum og í øðrum Norðurlondum kannað fyri eitt úrval av evnum, sum vit við einum felagsheiti kunnu kalla fyri fenol. Endamálið við kanningini hevur verið, at fáa eina fatan av útbreiðsluni av hesum evnum fyri at vita, um tey eru ein møguligur umhvørvistrupulleiki.
Fenol verður nógv brúkt í vaskievnum og í framleiðslu av ymiskum plastevnum. Nøkur av fenolunum eru hormonórógvandi við tað, at tey virka sum kynshormon og eru tí undir illgruna fyri at verða viðvirkandi til m.a. minkandi fruktbæri hjá monnum og til femininisering av fiski, sum liva í økjum dálkað við hesum evnunum.
Kanningin lýsir serliga útbreiðsluna av fenolum í høvuðsstøðum í Norðurlondum. Soleiðis eisini í Føroyum, har tað serliga eru sýnir úr Tórshavn, sum eru kannað.
Úrslitini vísa týðiliga, at tá staðbundnari dálking viðvíkur, standa vit okkara størru grannum mát. Til dømis vórðu funnin nógv hægri konsentratiónir av fenolum í sjógvi frá Havnarvág enn í líknandi sýnum frá hinum norðanlondunum. Eisini í sedimentum frá Havnarvág komu nøkur fenol fyri í líka høgum ella enntá hægri konsentratión enn í sýnum frá hinum londunum.
Annars vísti kanningin sum heild at fenol verða funnin aftur í umhvørvinum uttanum okkum, men at reinsing av spillivatni sær út til at muna viðvíkjandi fenol, við tað at vatn, sum rennur inn í reinsiverk, sum heild hevur hægri innihald enn vatn, sum rennur úr.
Summi fenol vórðu funnin aftur í fiski, kræklingi, kópi og hvali, men í teistaeggum bara í einstøkum førum.
Sýnini frá føroyska umhvørvinum fevndu um sýnir frá reinsiverkinum við Sersjantvíkina og við Landssjúkrahúsið, sýnir av mold og frárensluvatn frá tyrvingarplássinum í Húsahaga og mold frá tí gamla tyrvingarplássinum í Havnardali. Sýnir vórðu eisini tikin av sedimentum, sjógvi og kræklingum í Tórshavnar havn og sjógvi í Klaksvík og sedimentum frá Pollinum uttanfyri Klaksvík, umframt í sedimentum frá Gøtuvík. Har afturat vórðu sýnir av grind og teistaeggum kannað.
Frágreiðingin við úrslitunum av kanningunum er teldutøk áhttp://www.norden.org/pub/sk/showpub.asp?pubnr=2008:530. Kanningin er tann fimta í raðnum av sínum slag, sum eru gjørd í norðurlendskum samarbeiði, har fyrru kanningar hava verið um mannagjørd lugtevnir (musk), perfloureraði evnir (PFAS), siloksanir og bakteriu- og soppatálmandi evnir. Leinkjur til fyrru frágreiðingarnar finnast á www.ust.is/ness.
Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam á tlf. 342400.