Er umhvørviseitur í hvali minkandi?
Umhvørvisstovan hevur savnað kanningarúrslit av grindahvali við tí fyri eygað, at svara akkurát hesum spurninginum, og eina fyribils niðurstøðu geva vit her
Vit vilja tó gera vart við, at úrslitini eru fyribilsúrslit, og at kanningarnar fara at verða almannakunngjørdar í einum størri samstarvi við altjóða granskarar, sum umfatar eina røð av kanningum av hvali, kópi, fiski, fugli og øðrum, men hetta verður ikki fyrr enn í 2009.
Vit hava savnað úrslit fra kanningum av kyksilvurí í tvøsti og PCB, DDT og líknandi í spiki frá tí, at slíkar kanningar fyrst vóru almannakunngjørdar og til í dag. Tíverri eru elstu tølini, sum kanska eisini eru tey mest umráðandi at fáa við í eini lýsing av møguligum broytingum, til tíðir illa lýst og eru tískil næstan ógjørlig at viðgera skilagott í eini hagfrøðiligari kanning. Til dømis hava kanningar víst, at kyksilvurinnihaldið økist við aldrinum á hvalinum. Tað er tí sjálvsagt, at um vit samanbera kyksilvurinnihaldið í ungum hvali frá 1980unum við tað í gomlum hvali frá 1990nunum er vist, at vit fara at fáa eit úrslit, sum týður uppá, at kyksilvurinnihaldið er farið upp. Sostatt er tað neyðugt, at vit ikki bara kenna innihaldið av kyksilvuri, men eisini hava upplýsingar um stødd og kyn á hvalinum, og hetta er tað, sum manglar í nøkrum av teimum eldru kanningunum, og tá kunnu vit ikki brúka úrslitini til júst hetta endamálið. Tó, nýtilig kanningarúrslit eru tøk fyri kyksilvur í 1045 hvalum í tíðarskeiðinum 1978 til 2007, harav eru 481 flokkaðir sum vaksnir kvennhvalir, 412 sum ungir hvalir (hvølpar) og 152 sum vaksnir kallhvalir. Kanningar, sum Náttúrugripasavnið stóð fyri í 1986-1988, kunnu nýtast til at rokna út, at millum hesar tríggjar bólkarnar (ungir, vaksnir kall- og kvennhvalir) fæst mesta tvøsti úr grindini frá vaksnum kvennhvalum, og tá ið flestu kanningarnar eisini eru gjørdar av hesum, er í fyrsta lagi valt at hyggja at bólkinum vaksnir kvennhvalir.
Kyksilvur
Í Mynd 1 eru øll úrslitini av kyksilvurkanningum av vaksnum kvennhvali vístir. Ein strika er teknað, sum vísir gongdina og bendur hon á, at kyksilvurinnihaldið kvinkar eitt vet uppeftir heldur enn minkar, frá fyrstu kanningarnar byrjaðu til í dag. Kanna vit úrslitini nærri, finna vit, at broytingin í kyksilvurinnihaldinum er á í miðal 0.06% um árið, men at tað ikki er talan um nakra eftirfarandi hækking. Hyggja vit samstundis at, hvussu støddin av hesum somu hvalunum broyttist gjøgnum tíðarskeiðið, síggja vit nærum somu gongd (Mynd 2), at miðal-longdin av hesum somu hvalunum samstundis eisini kvinkar eitt vet uppeftir. Sostatt benda úrslitini á, at lítil ella eingin broyting er í innihaldinum av kyksilvuri í grindahvali frá fyrstu kanningarnar vórðu gjørdar og til í dag.
Mynd 1: Kyksilvur í vaksnum kvennhvali av grindahvali er víst.
Mynd 2: Longdin av kannaðu vaksnu kvennhvalunum er víst.
PCB og DDT
Á sama hátt sum fyri kyksilvur verða hagfrøðiligar kanningar gjørdar fyri at lýsa eina møguliga broyting í innihaldinum av PCB og DDT og øðrum líknandi evnum í millum annað grindahvali. Og líka umráðandi tað er at kenna á leið aldur/stødd á hvalinum fyri at tulka kanningarúrslit av kyksilvur, eins umráðandi er tað fyri PCB og DDT kanningarnar. Men afturat aldur/stødd-tengdu variatiónini, sum sæst fyri kyksilvur, er eisini ein kynsbundin variatión við PCB og DDT. Hetta kemst av at kvennhvalir sleppa sær av við partar av dálkingarevnunum við mjólkini, tá tær geva hvølpunum, og tí hava tær eitt lægri innihald av PCB og DDT enn væntað av aldrinum/støddini at døma.
Hagfrøðiligar kanningar av PCB kunnu gerast av 496 vaksnum kvennhvali, 382 hvølpum og 135 vaksnum kallhvali, í tíðarskeinum 1986 til 2007. Samsvarandi eru kanningarúrslit av DDT tøk fyri 335 vaksnar kvennhvalir, 307 hvølpar og 116 vaksnar kallhvalir. Stórar variatiónir eru bæði millum einstaklingar og millum bólkar og ár, men hóast tað kann staðfestast ein eftirfarandi minking av DDT, tó ikki í vaksna kvennhvalinum (Mynd 4), har innihaldið av DDT ikki minkar sum í hinum hvalunum. Orsøkin til at DDT ikki minkar eins nógv í kvennhvali er helst at finna í broytingum í burðartíttleika og øðrum, sum demografi-kanningar kunnu avdúka. Tó, í mun til hinar hvalirnar, er innihaldið av DDT og PCB í kvennhvali lágt. Fyri PCB er ikki gjørligt at síggja nakað mynstur fyri hvølparnar og kallhvalin, Mynd 3, meðan í kvennhvalinum sæst at PCB heldur seg meira støðugt.
Mynd 3: PCB í grindahvalaspiki.
Mynd 4: DDT í grindahvalaspiki.
Samanumtikið
Samanumtikið síggjast smáar ella ongar broytingar í innihaldinum av kyksilvuri og PCB í grindahvali, bert fyri DDT, har vit síggja minking í grindaspiki sum heild (sjálvt um innihaldið í vaksnu kvennhvalunum ikki er minkað). Kanningar av grindahvali standa á skránni eisini í komandi ári, og sum tal-grundarlagið styrkist fara eisini neyvari og haldbetri tulkingar at kunna gerast.
Kanningarnar av møgulium tíðartengdum broytingum (time-trends) verða gjørdar í Arctic Monitoring and Assessment høpi, í samstarvi við granskarar frá serliga Danmark og Svøríki.
Við stuðli frá Norðurlanda Ráðharraráðnum verða gjørdar kanningar av fleiri sløgum av havsúgdjórum, harímillum grindahvali úr Føroyum, sum skulu lýsa gongdina av nýggjum umhvørviseitrandi evnum sosum bromeraðum flammutálmandi evnum.
Vilt tú vita meira um hetta evni kanst tú ringja til Mariu Dam á umhvørvisstovuni, tlf 342400