Ein fyrimynd er farin
Fyri minni enn tveimum mánaðum síðani søgdu vit starvsfólk á Umhvørvisstovuni farvæl og takk fyri innsatsin við Sverra Arge. Hann hevði valt at fara frá fyri aldur eftir at hava arbeitt á matrikuløkinum í samfull 46 ár. Men lítið vardi tað okkum henda dagin, at so stutt tíð skuldi ganga, til vit skuldu fylgja Sverra til hansara seinasta hvíldarstað. Honum untist einans seks vikur sum pensjonistur, og eftir standa vit starvsfelagar hansara nú við ímyndini av, hvussu skroypiligt og viðbrekið lívið er.
Sverri hevði ikki somu fortreytir sum flest onnur. Hann bar eitt brek sum gjørdi, at hann ikki kundi tosa á vanligan hátt, eins og hann var kropsliga veikur. Ting, sum vit onnur taka fyri givið, vóru sostatt ikki nøkur sjálvfylgja fyri Sverra.
Tann rúmligi arbeiðsmarknaðurin var ikki uppfunnin, tá Sverri kom til mans. Men táverandi stjórin á Matrikulstovuni, Olávus Danielsen, sáli, hevði eitt stórt sosialt medvit. Tí gav hann Sverra møguleika til at koma í praktikk á stovninum í tríggjar mánaðir, meðan hann gekk í sonevnda spesialskúlanum. Henda starvsroyndin eydnaðist somikið væl, at tann 15. mai 1966 varð Sverri settur í starv á Matrikulstovuni.
Sverri er helst ein tann fyrsti føroyingurin, ið fekk henda møguleikan. Og Sverri røkti eisini sítt arbeiði til lítar. Hann hevði eitt stórt áræði og var álítandi, punktligur, pliktuppfyllandi, og hevði nærum ongar sjúkradagar. Sverri fekk beinan vegin ábyrgdina fyri allari kopiering á stovninum – sum ikki var so einføld tá sum í dag – litna upp í hendurnar. Somuleiðis heintaði hann hvønn morgun postin úr postboksini niðri á Vaglinum, og tað segðist, at klokkan kundi stillast eftir honum.
Menningin á kort- og matrikuløkinum tá á døgum var stór, og sum fráleið fekk Sverri fleiri uppgávur. Tann sonevnda fotogrammetriska korttekningin, har ymisk kort verða teknað eftir loftmyndum, byrjaði av álvara, og tey fyrstu nútímans matrikulkortini vórðu eisini framleidd. Vit vóru langt frammanundan tíðini við teldum og digitalisering, og reprodeildin á Matrikulstovuni var tí eitt veruligt fotolaboratorium við kørum, veskum og meira ella minni suspektum tólum og ljóskassum, sum fyltu rættiliga nógv í vavi.
Her ráddi Sverri fyri borgum handan stongdar dyr, myrkaleggingargardinur og reyð ávaringarljós, og arbeiddi ímillum kemikaliu, film og pappír. Og blandaði tú teg uppí mannagongdir ella óruddaði, fekst tú greið boð frá Sverra um at halda teg burtur. Heldur ikki var neyðugt at siga Sverra fleiri ferðir, hvussu arbeiðast skuldi. Hann visti sum oftast best sjálvur, og røkjuskapurin var altíð settur í hásætið.
Nógv broyttist, tá vit komu inn í digitalu øldina, men Sverri hevði ongar trupulleikar við at tillaga seg teim nýggju tíðunum. Hann hevði nú m.a. sum uppgávu at røkja kopimaskinur og printarar, og hann skannaði eisini gamalt myndatilfar. Hevði tú brúk fyri gomlum loftmyndum, brúkti Sverri sum oftast ikki meira enn nakrar minuttir til at leita hesar fram ímillum túsundavís av øðrum, og tað gekk sjáldan long tíð, fyrr enn ein teldupostur við myndunum lá í innbakkanum.
Í 2007 gjørdist Matrikulstovan ein partur av tí nýskipaðu Umhvørvisstovuni, og Sverri bleiv eitt av starvsfólkunum á tí nýggja stovninum. Tað var tí á Umhvørvisstovuni, at hann í 2011 kundi halda sín 45 ára starvsdag. Og visti Føroya land ikki av tí áður, so varð tað henda dagin sligið væl og virðiliga fast í morgunsendingini hjá útvarpinum, at Sverri av sonnum var ein fyrimynd hjá teimum, sum av Várharra eru givin eitt lív, har alt ikki er ein sjálvfylgja.
Sverri var positivur av lyndi. Hvønn morgun tók hann sær stundir til at ganga sær ein túr eftir gongini at ynskja øllum ein góðan morgun. Og hóast hann ikki hevði eitt vanligt talumál, gekk ikki long tíð, til ein lærdi at samskifta við hann. Sverri hevði eisini barnatokka, og tá stovnurin undir tí drúgva pedagogverkfallinum fyrr í ár javnan hevði vitjan av teimum smáu, var Sverri ein teirra, sum tey oftast spurdu eftir.
Góði Sverri. Várharra hevur nú breitt sínar náðiveingir yvir teg og tikið teg heim til sín. Eins og beiggi tín, listamaðurin Tommy Arge, sáli, stendur sum ein varði í føroyskari mentunarsøgu, so stendur tú fyri okkum sum sjálv ímyndin av, hvussu nógv tann innara megin kann vinna á ytru veikleikum. Vit, sum untust at arbeiða saman við tær í styttri og longri tíðarskeið, vilja takka tær fyri tann sum tú vart. Og saman drýpa vit høvur og lýsa Guds frið yvir minnið um Sverra Arge.
Starvsfelagarnir á Umhvørvisstovuni