Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Diflubenzuron í Føroyum

Seinastu árini hevur evnið diflubenzuron, í nøkrum førum, verið brúkt til at basa laksalús.

 
Diflubernzuron er ein kitinsyntesutálmari, og virkar við at lýsnar missa førleikan at gera skel, og yvirliva tí ikki skelskiftið, sum annars fer fram við jøvnum millumbili. Diflubenzuron sum kitinsyntesutálmari virkar breitt, ikki bert á óynskt skaðadjór sum lús, men kann hava árin á skelskiftið hjá djórum, sum liva frítt í náttúruni, so sum rækjur og hummarar. Hetta hevur elvt til stúran fyri, hvørt djór, sum liva á firðunum, eru í vanda fyri ávirkan av hesum sama heilivági, sum er ætlað alifiskinum. 
 
Í samstarvi við alifeløg og Heilsufrøðiligu starvsstovuna skipaði Umhvørvisstovan í 2013 fyri kanningum av diflubenzuroni í føroyska umhvørvinum. Kanningin varð gjørd við støði í upplýsingum um heilivágsnýtslu, sum varð latið av Landsapotekaranum, sum eisini luttók í fyrireikingini av kanningunum saman við Landsdjóralæknanum. 
 
Kanningin varð gjørd eftir sama leisti, sum er brúktur í kanningum í Norra, og evnafrøðiligu kanningarnar vórðu framdar av starvsstovum, sum hava luttikið í norsku kanningunum. Kanningarnar í Føroyum vórðu gjørdar í tveimum umførum, við sýnistøku á vári og á heysti, og fevndu um sjógv-, sediment-, og hummarasýni. Í fyrra kanningarumfari varð cypermethrin eisini kannað í sjógv- og sedimentsýnum. Cypermethrin, sum er aktiva evnið í BetaMax, verður eisini nýtt til at basa lús, men hevur tó verið lítið brúkt í Føroyum seinastu árini. 
 
Samanumtikið vóru úrslitini hesi: 
Diflubenzuron varð ávíst í sjógv- og sedimentsýnum úr økjum, har evnið er brúkt.
Diflubenzuron varð ikki ávíst í sjógvi, tá kanningarnar vórðu endurtiknar hálvt ár seinni.
Diflubenzuron varð ikki ávíst í økjum, har sum evnið ikki er brúkt.
Diflubenzuron varð ikki ávíst í hummara.
Cypermethrin varð ikki ávíst í nøkrum sjógv- og sedimentsýni.
 
Í fyrra kanningarumfari var endamálið at lýsa tað ringastu dálkingina av diflubenzuron, sum kundi hugsast at vera á nøkrum aliøki. Tí vórðu sýni tikin á nøkrum aliøkjum, har diflubenzuron varð mest brúkt; og á hvørjum aliøki vórðu sýni tikin á teimum støðum, har mest sannlíkt var at ávísa dálking. Diflubenzuron varð ávíst í øllum sýnum, eisini í sýnum, sum vórðu tikin nakað burtur frá alibrúki, har evnið hevði verið brúkt. 
 
Í seinna kanningarumfari vórðu sýnir kannað, sum vórðu tikin longri burtur frá alibrúkum, har evnið hevði verið brúkt; hetta fyri at vita um dálking av diflubenzuron varð spjadd víða um. Í hesum sýnum, sum kunnu sigast at umboða bakgrundsstøðuna, varð einki diflubenzuron ávíst.
 
Í fyrsta kanningarumfari varð diflubenzuron eisini kannað í nøkrum sýnum av sjógvi á tveimum aliøkjum, har evnið hevði verið brúkt mánaðin frammanundan (í februar 2013); á báðum støðunum varð diflubenzuron ávíst. Tá sýni av sjógvi vórðu tikin hálvt ár seinni á somu støðum, kundi einki diflubenzuron ávísast.
 
Í juli 2013 vórðu sýni tikin av hummara, sum livir natúrliga í nøkrum av somu økjunum, har alivirksemi er. Sýni vórðu tikin til kanningar bæði av hvíta vøddanum og av maga o.l., tað vil siga brúnum hummaratilfari. Norskar kanningar hava víst, at meira diflubenzuron sæst aftur í tí brúna hummaratilfarinum. Men diflubenzuron varð ikki ávíst í føroysku kanningunum.
 
Frágreiðingin kann lesast her
 
 
Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo