Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Dálking í skúgvi kannast

Sjúrður Hammer hevur fingið játtað stuðul frá Statoil til PhD verkætlan um dálking í føroyskum skúgvi.

Skúgvur er ein týðandi partur av føroysku náttúruni og av vistskipanini í Norðuratlantshavi, men nógv bendir á, at hann er illa dálkaður. Tað er hetta, ið Sjúrður Hammer fer at kanna í síni PhD kanning, sum er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, University of Glasgow, og Marine Scotland í Aberdeen.

Ætlanin er í stuttum at kanna, hvussu livihátturin ávirkar innihaldið av dálkandi evnum í skúgvi. Eisini verður kannað, hvørt hetta hevur ávirkan á hvussu væl fuglurin er fyri, og hvussu væl pisurnar koma undan í mun til dálkingarnøgdina.

Niðanfyri verður endamálið við PhD kanningarætlanini endurgivið á enskum:

There is some evidence from diet studies to suggest that great skuas in the Faroes are more predatory than those in Scotland, taking more seabird prey and feeding less on fishery discards or pelagic fish. This means that they are higher up in the food chain and can therefore be expected to accumulate toxic compounds to a higher degree.

The project aims to establish the pollution level of the Faroese great skua population, to establish whether ecological factors such as diet specialisation influence pollutant load, and to evaluate whether the pollutant concentrations has a potential negative effect on the Faroese population.

Sjúrður Hammer hevur fyrr starvast á Umhvørvisstovuni, men hevur seinasta árið starvast á Zoologisk Museum í Keypmannhavn, har hann hevur staðið fyri at gera eitt føroyskt flytifuglaatlas.

Vilt tú vita meira um verkætlanina, kanst tú seta teg í samband við Mariu Dam á Umhvørvisstovuni, tlf. 232470 ella senda ein t-post á MariaD@us.fo