Dálking í grindahvali kannast
Umhvørvisstovan hevur fingið játtað stuðul úr Granskingarráðnum, til eina PhD-ritgerð, sum skal lýsa og kanna árin av dálkandi evnum í grindahvali
PhD ritgerðin skal fremjast av Katrin Hoydal, sum í dag starvast á Granskingardeildini á Umhvørvisstovuni. Áðrenn hetta starvaðist hon frá ár 2000 á umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Katrin hevur arbeitt við umhvørviseftiransing og luttikið millum annað í kanningum av dálkandi evnum í fiski, hvali, fugli, botntilfari og annars tað sum PhD kanningarætlanin fevnir um.
Tilfar til PhD lesturin er partvís savnaður inn og partvís er ætlanin at fáa nøkur nýggj sýnir av grindahvali í 2011. Umhvørvisstovan fer at hýsa Katrin størsta partin av tíðin,i sum PhD lesturin tekur, men talan verður eisini um lestraruppihaldi í øðrum londum.
Niðanfyri verður endamálið við PhD kanningarætlanini endurgivið á enskum:
The aims of this study is to investigate the effects of POPs on pilot whales sampled in connection with the traditional whale hunt at the Faroe Islands. This will be done by analysing the pilot whales for POPs and mercury concentration (in liver, blubber, blood, kidney and muscle) and several biomarkers of contaminant exposure, including thyroid hormones (TT4, TT3, FT4 and FT3 in plasma), steroids (incl. estrogens and androgens in plasma), Vitamin A (retinoids in liver, blubber and plasma), Cytocrome P450 enzymes related to biotransformation of xenobiotics and steroids, and other molecular responses related to contaminant exposure including gene expression of hormone receptors (androgen-, estrogen- and thyriod receptors).
These analyses are integral components of overt physiology, reproduction and health condition of these whales that are potentially under contaminant stress with possible deleterious consequences for longterm survival and recruitment.