Dálking á tyrvingarplássum og í seyði
Kanningar á úrvaldum tyrvingarplássum vísa, at øll eru merkt av PCB-dálking, men nøkur verri enn onnur. Harafturat varð dioksin-dálking ávíst, eins og dálking við metallum sum sink, kadmium og kyksilvur. Flestu av dálkingarevnunum, sum vórðu staðfest í moldsýnum frá gomlum tyrvingarplássum, sóust ikki aftur í seyði, sum hevur gingið á ella við tyrvingarplássini.
Í 2008 vórðu umhvørviseitrandi evnir kannaði í moldini á nøkrum gomlum tyrvingarplássum og á nøkrum plássum, sum hava umhvørvisgóðkenning. Gomul tyrvingarpláss eru økir, har tyrvt hevur verið, áðrenn skipað ruskinnsavning kom at virka, og tey støðini, sum hava umhvørvisgóðkenning, eru meira ella minni virkin. Summi av kannaðu tyrvingarplássunum eru innihegnaði, onnur ikki.
Kanningin fevnir ikki um øll gomul tyrvingarpláss, men um eitt úrval, har mett varð, at til bar at fáa samanberilig sýnir. Sostatt er kanningin ikki eitt fullfíggja yvirlit yvir dálkingarstøðuna á gomlum tyrvingarplássum, men kanningin gevur eitt innlit í støðuna.
Seyður í Føroyum sleppur í ávísum førum framat gomlum tyrvingarplássum og av tí, at kanningarnar av moldini bendu á dálking á nøkrum av støðunum, varð eisini kannað, um dálkingin sæst aftur í seyði, sum hevur gingið á hesum støðum.
Tungmetal, PCB og dioksin í moldini
Fleiri av kannaðu støðunum vóru merkt av dálking við metalli, sum sink, kadmium og kyksilvur. Úrslitini vístu, at á nøkrum økjum var innihaldið av ávísum tungmetallum hægri enn tað, sum, sambært vegleiðing frá danska umhvørvisstýrinum, kann góðtakast í støðum, ið skulu nýtast til “serliga viðkvom” endamál, sum seyðahald kann sigast at vera. Eisini var innihaldið av PCB og dioksin høgt í teimum flestu støðunum. Í mest dálkaða sýninum, var innihaldið av PCB heilar 370 ferðir hægri, enn miðalnøgdin á samanberingarstøðunum.
Mynd 1. Miðalinnihald av PCB á gomlum og partvís á virknum tyrvingarplássum í Føroyum samanborið við miðalinnihald av PCB á samanberingarstøðunum. 3-6 sýnir vórðu tilsamans tikin á hvørjum tyrvingarplássið, sum eru á Krossi í Eysturoy, í Sandarhaga á Sandoynni, á Grótrætt í Norðoyggjum, í Trongisvági í Suðuroy og á Vatnsoyrum í Vágoynni.
Sýnini frá samanberingarstøðunum, sum vórðu nýtt í hesi kanning, eru úr Norðradali og úr Vatnsoyrum.
Dálkingarevnir í seyði
Kanningin vísti, at PCB-dálkingin, sum var ávíst á øllum økjunum, sást ikki aftur í seyði, sum hevur gingið við tyrvingarplássini. Ei heldur sást nøkur dioksin-dálking aftur í seyðinum.
Kanningin vísti tó, (sí mynd 2) at seyðurin, sum gongur á ella við gamla tyrvingarplássið á Vatnsoyrum, var merktur av metal- dálking. Innihaldið av blýggi í óm var hægri enn hægstamark, sum er galdandi fyri matvøru, sum skal útflytast, samstundis sum innihaldið av blýggi í lombum lá tætt uppat markvirðinum.
Mynd 2. Innihald av blýggi í kjøti frá seyði (óm og lombum) sum hevur gingið tætt uppat gomlum tyrvingarplássum í Føroyum í 2009 (á Krossi, á Vatnsoyrum og í Trongisvági), umframt á samanberingarstøðum (í Norðradali og Mykinesi). Markvirðið er úr kunngerð um áseting av markvirðum fyri ávís dálkandi evni í matvørum, nr. 147 1. Desembur 2009.
Úrslitini frá kanningunum av dioksin í seyðatálg vístu, at hægsta innihaldið var í seyði, sum hevur gingið í Trongisvági (sí mynd 3). Tó lá nøgdin av dioksin í seyðatálg frá seyði í Trongisvági langt undir markvirðinum, sum er 3 pg TEQs /g feitt.
Mynd 3. Innihald av dioksin í seyðatálg frá seyði (óm og lombum) sum hevur gingið tætt uppat gomlum tyrvingarplássum í Føroyum í 2009 (á Krossi, á Vatnsoyrum og í Trongisvági), umframt á samanberingarstøðum (í Norðradali og í Mykinesi). Markvirði er úr kunngerð um áseting av markvirðum fyri ávís dálkandi evni í matvørum, nr. 147 1. Desembur 2009.
Les frágreiðingina: Dálking á gomlum tyrvingarplássum og í seyði, sum er sloppin framat og fylgiskøl
Les her: Tilmæli til kommunurnar um fyribyrging av dálking frá gomlum tyrvingarplássum
Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Sannu í Túni Nielsen, tlf. 232472, SannaT@us.fo, ella Mariu Dam, tlf. 232470, MariaD@us.fo