COP27: Fleiri og betri náttúruloysnir
Veðurlags- og náttúrukreppan hanga óloysiliga saman, og vit hava brúk fyri at seta inn á báðum økjum samstundis. Vit hava tørv á grønum orkuloysnum við so lítlari ávirkan á náttúruna sum gjørligt, og vit hava brúk fyri náttúruloysnum, har vit brúka náttúruna til at avmarka veðurlagsbroytingarnar, til at tillaga okkum veðurlagsbroytingarnar og til at økja um lívmargfeldið. Alt hetta vita vit longu, og vit gera tað eisini. Men tað gongur ov seint, og tí hava vit tørv á fleiri átøkum, og vit hava tørv á at góðskutryggja átøkini.
Hetta var høvuðsboðskapurin á COP27-tiltakinum Coexistence with Nature, sum norðurlendski arbeiðsbólkurin fyri lívmargfeldi, NBM og visjónsverkætlanin Náttúruloysnir í Norðurlondum skipaðu fyri saman við Nordisk Energiforskning og donsku fyritøkuni Velux.
Við eini setanarrøðu, trimum stuttum framløgum, trimum filmsbrotum og einum pallborðskjaki varð víst á, hvussu vit hava brúk fyri meira náttúru og fleiri grønum orkukeldum, sum í minstan mun gera seg inn á náttúruna. Leonard Sandin, granskari á norska náttúrugranskingarstovninum NINA, legði fram nýggjastu úrslitini frá gransking hjá Norðurlendska ráðharraráðnum innan náttúruloysnir, Marte Rusten frá DNV vísti á neyðug náttúrufyrilit í sambandi við offshore vindmyllur, og Jamie Rusby frá Velux vísti, hvussu fyritøkan saman við WWF ger íløgur í náttúruloysnir í Uganda til tess at bøta fyri útlát av framleiðslu.
Rachel Asante frá IUCN, altjóða náttúruverndarstovuninum, var síðst á pallinum og greiddi frá, hvussu tey í IUCN arbeiða við góðskutrygging av náttúruloysnum. Í nærmastu framtíð kunnu vit rokna við, at IUCN fer at handa teimum, sum arbeiða við hágóðsku náttúrurloysnum, eina formliga váttan, sum vísir, at arbeiðið lýkur treytirnar fyri at verða kallað náttúruloysn. Hetta verður millum annað gjørt fyri at basa sonevndari grønvasking.
Til ber at síggja tiltakið her: https://www.youtube.com/watch?v=l9btd9xXPqk