COP15 netvarp
Fylg við í COP15 tá fundir verða varpaðir út á internetinum...
Ikki er neyðugt at vera í Keypmannahavn fyri at fylgja beinleiðis við í gongdini á COP 15. Á heimasíðuni hjá veðurlagssáttmálanum eru fleiri sokallað netvørp, sum gera tað møguligt at fylgja fundum, ráðstevnum og øðrum, sum fer fram á COP 15.
TRÝST HER OG TÚ KEMUR INN Á NETVARPIÐ
Umframt beinleiðis netvarp frá t.d. tíðindafundum og fundum í plenum, ber eisini til at síggja netvarp frá fundum og tiltøkum, sum hava verið.
Trýst her og tú kemur inn á okkara evnissíðu um útlát av veðurlagsgassi
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo