Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

COP15: Altjóða skipaferðsla og CO2

IMO arbeiðir við tiltøkum at minka um útlátið frá skipum, men ósemja er millum ríku londini og menningarlondini um tey tiltøk, sum skulu setast í verk

Á serligum tiltaki um skipaferðslu á COP 15 greiddi umboð fyri International Maritime Organization (IMO) frá teimum tiltøkum, sum arbeitt verður við, fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassi frá skipum.
Altjóða skipaferðsla, t.e. skip í altjóða sigling, stendur fyri 2,7 % av samlaða útlátinum av veðurlagsgassi í heiminum. Fiskiskip og onnur skip í innlendis sigling standa fyri uml. 0,6 % av útlátinum.

IMO arbeiðir við trimum sløgum av tiltøkum: Tøknilig tiltøk (technical measures), rakstrarligar mannagongdir (operational measures) og búskaparlig stýriamboð (marked based instruments).
Reiðiliga góð semja er um tøkniligu og rakstrarligu tiltøkini. Roknað verður við, at semja verður um bindandi orkukrøv til nýggj skip (Energy Efficiency Design Index, EEDI) á fundi í umhvørvisnevndini hjá IMO í mars komandi ár.

Í sambandi við búskaparlig stýriamboð verður serliga arbeitt við tveimum møguleikum, avgjaldi á brenniolju og eini kvotaskipan. Stór ósemja er millum ríku og fátækaru londini um, hvørt búskaparlig stýriamboð skulu brúkast í sambandi við skipaferðslu.

Fátæku londini vilja ikki vita av kvotum ella avgjøldum, tí tey siga, at tað fer at leggja forðingar fyri teirra møguleikum í mun til ríku londini. Tey føra fram, at um búskaparlig stýriamboð skulu brúkast, skulu bara ríku londini verða fevnd av teimum.

Serliga er tað meginreglan um felags, men ymiska ábyrgd (Common but Differentiated Responsibility, CBDR), sum er ein meginregla í Veðurlagssáttmálanum, sum verður brúkt sum stuðul fyri hesum sjónarmiði.

Hinvegin føra ríku londini fram, at tað er ein meginregla í IMO, at somu krøv skulu galda fyri øll skip. Meginreglan um , at øll skip skulu lúka somu krøv byggir serliga á, at skiparakstur er ein altjóða vinna, og at skip lættliga kunnu skifta frá einum landi til annað, og harvið verða skrásett í londum, har krøvini eru linari.

Trýst her og tú kemur inn á okkara evnissíðu um útlát av veðurlagsgassi

Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo