COP 15: Arctic Venue
Umhvørvisstovan og Innlendismálaráðið luttóku á framsýningini á Arctic Venue á Norðurbryggjuni.
Leygardagin 12. desember 2009 lat framsýningin Arctic Venue (arktiska torgið) upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
Endamálið við framsýningini er at vísa ávirkanina av veðurlagsbroytingunum í arktiska økinum fyri almenninginum og fyri altjóða fjølmiðlunum, sum eru komnir á COP 15 í Keypmannahavn.
Umhvørvisstovan og Innlendismálaráðið eru við á framsýningini við uppsløgum um virkisætlanina at minka um føroyska útlátið av veðurlagsgassi, Skjótt syftir seiðir og tunga takið og um føroyska veðurlagspolitikkin, sum varð einmælt samtyktur á Føroya løgtingi hin 3. desember 2009.
Føroyska átakið BlueGreen Future er eisini við á Arctic Venue. BlueGreen Future er verkætlan, sum skal fremja samstarv millum gransking og vinnu um nýskapandi ”cleantech” loysnir í tí transatlantiska økinum. Innlendismálaráðið og Bitland hava fíggjað verkætlanina. Les meira her: www.bluegreenfuture.com
Framsýningin byrjaði við samkomu, har ymiskar framløgur vóru á skránni.
Bogi Hansen greiddi frá um tær kanningar, sum m.a. Havstovan hevur gjørt av havstreymunum í Norðuratlantshavi, og hvørja ávirkan teir hava á veðurlagið í Norðurhøvum. Niðurstøðan er, at tað við stórari vissu kann roknast við broyting í havstreymunum, men at tað enn ikki er greitt hvørja ávirkan tað kann fáa á veðurlagið.
Eisini vóru framløgur av Bob Corell, formanni í stýribólkinum fyri Arctic Climate Impact Assessment, um hvussu arktiska økið sum heild verður nógv meiri ávirkað av alheims upphitingini enn restin av heinimum, Dorthe Dahl-Jensen, professara, sum greiddi frá um hækkandi vatnstøðuna í høvunum og Søren Ryggaard, sum greiddi frá um hvussu fiskiskapurin í norðurhøvum kann ávirkast av veðurlagsbroytingunum. At enda greiddi Lars Jerimiasen, sum er veiðimaður úr Quanaq í Grønlandi, frá um teir trupulleikar, sum veiðimenn í Norðurgrønlandi og fólkið sum heild hava av, at tað verður heitari og ísurin bráðnar.
Millum onnur vóru Annika Olsen, landsstýriskvinna í Innlendismálum og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu við til setanina.
Artic Venue verður opið hvønn dag fram til fríggjadagin 18. desember 2009. Eisini verða tiltøk við fyrilestrum o.ø. um m.a. nýggjastu granskingina í arktis.
Meiri fæst at vita um Arctic Venue á http://www.arcticvenue.dk/
Trýst her og tú kemur inn á okkara evnissíðu um útlát av veðurlagsgassi
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo