Átalu frá Umboðsmanninum
Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Umhvørvisstovuni átalu fyri ikki at hava hildið góðan fyrisitingarsið
Umboðsmaðurin fekk tann 16. august 2011 eina klagu um málsviðgerðartíðina hjá Umhvørvisstovuni, í sambandi við eitt mál, sum kærunevndin hevði heimvíst til nýggja viðgerð.
Hóast umboðsmaðurin ongar viðmerkingar hevði til málsviðgerðartíðina, gav umboðsmaðurin Umhvørvisstovuni eina átalu fyri ikki at hava svarað fyrispurningum um hvussu gekk við málsviðgerðini í ítøkiliga málinum.
Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni, harmast um átaluna og sigur, at Umhvørvisstovan tekur átaluna til eftirtektar. Ítøkilig fyrisitingarlig stig eru tikin til at tryggja, at slíkir fyrispurningar altíð verða svaraðir.
Meiri fæst at vita um niðurstøðuna hjá Umboðamanninum við at fara inn á heimasíðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni við at trýsta her.
Vil tú vita meira ber til at venda sær til Jóhonnu Olsen, stjóra á tlf. 342400 ella senda ein t-post us@us.fo