Altjóða skógarár 2011
ALMENT
ST hevur lýst árið 2011 at vera altjóða skógarár. Hettar er gjørt, tí ST ynskir at varpa ljós á alstóra týdningin, ið skógirnir kring um í heiminum hava á vælferðina hjá mannaættini eins væl og alstóra týdningin, hesin vøkstur hevur fyri náttúruna og fyri lívfrøðiliga margfeldið. ST ynskir at økja tilvitanina um týdningin av burðardyggari fyrisiting, varðveitslu og menning av øllum skógarsløgum til gagns fyri bæði samtíðar og framtíðar ættarliðum. Meira fæst at vita um ST ætlanina á heimasíðuni http://www.un.org/en/events/iyof2011/index.shtml
ST heitir á stjórnir og almennar myndugleikar, altjóða stovnar, felagsskapir og fyritøkur, umframt eisini á lokalar felagsskapir og onnur áhugað, um at skipa fyri tiltøkum at varpa ljós á jaliga týdningin av burðardyggari menning av heimsins skógarlendum.
Tað er Innlendismálaráðið, sum umsitur skógarmál í Føroyum. Almennu, skógfriðaðu viðarlundirnar í Føroyum eru undir fyrisitingarmyndugleika hjá Skógfriðingarnevndini, ið landsstýrismaðurin í innlendismálum tilnevnir sbrt. løgtingslógini um viðarlundir frá 1952. Sigga Rasmussen er forkvinna í Skógfriðingarnevndini. Umhvørvisstovan umsitur dagliga virkið vegna Skógfriðingarnevndina, og Tróndur Leivsson, landsskógarvørður, er skrivari nevndarinnar.
Føroyar hoyra heima í ST, og eru harvið eisini bundnar av viðtøkum framdar av ST. Skógfriðingarnevndin hevur samtykt at taka áheitan STs í álvara um eisini at varpa ljós á altjóða skógarárið í Føroyum. Umframt at kunnað verður meira alment um skógar- og træplantingarspurningar, er ætlanin seinni í summar og í heyst at skipa fyri ymsum tiltøkum: plantutiltaki, kunningartúri, fyrilestrum og eisini onkrari kapping fyri børn og ung. Í hinum Norðurlondunum verður eisini gjørt burturúr at markera altjóða skógarárið.
VIÐARVØKSTUR Í FØROYUM
Vanliga verður sagt, at trø vaksa ikki natúrliga í Føroyum, og at eingir skógir hava verið her frá náttúrunnar hond eftir seinastu ístíðina. Hettar er tó eftir øllum at døma ikki rætti sannleikin. Úrslit frá nýggjari rannsóknum innan ávikavist gróðrarsøgu, jarðfrøði og fornfrøði, ið eru løgd fram seinastu uml. 30 árini, vísa, at viðarvøkstur, ivaleyst mest sum kjarrskógur, hevur vaksið her á landi heilt fram til í landnámstíðini. Viðarvøksturin er avoyddur skjótt, eftir at seyðurin kom í oyggjarnar. Einiber, pílasløg og dúnbjørk hava vaksið í meingi, meðan nógv bendir á, at sløg sum askur, lind, hesli, roynir, elri, álmur, eik og fura kunnu hava vaksið í ávísum støðum. Hildið verður, at mannaskapta árinið á vøkstur og lendi (nýtsla av tilfari og niðurbeitingin frá seyðahaldi) kann hava broytt støðuna her í oyggjunum fullkomiliga innanfyri eitt tíðarbil á einans uml. 200 ár.
Seinastu uml. 200 – 300 árini vita vit um ymiskar royndir at fáa trø og runnar at grógva í Føroyum, men flestu teirra hava bert verið smávegis royndir í gørðum kring húsini, og mangan hava tær miseydnast. Orsøkirnar til hetta hava verið ymiskar, men seyðabit hevur verið ein afturvendandi forðing; umframt at atgongdin til egnað plantutilfar var vánalig, og vitanin um hesi viðurskifti somuleiðis lítil. Farið varð undir ta fyrstu viðarlundina í Føroyum (Viðarlundin í Gundadali í Havn) í 1885, men einki var komið fyri seg so seint sum í 1902. Síðani varð lagt á annan bógv, tá farið varð undir at fyrireika ein lítlan sokallaðan plantuskúla (t.e. plantualistøð) í 1905, og útbúgvið fólk varð fingið at taka sær av uppgávuni (Tróndur Hansen, gartnari). Í 1914 vóru fyrstu føroyskt framleiddu trøini klár at seta út í viðarlundirnar, og sett varð niður á hesum støðum tað árið: Viðarlundin í Gundadali, Viðarlundin í Niðastu Hoydølum, Viðarlundin á Selatrað og Viðarlundin í Kunoy. Tá bar betur til, og kunnu vit tí í 2014 siga okkum at hava ein 100-ára merkisdag á hesum øki.
Seinni løgdust fleiri viðarlundir til, og í dag eru skógfriðaðar viðarlundir á hesum støðum: Vági, Tvøroyri (fleiri), Miðvági, Sandavági, Kirkjubø, Tórshavn (fleiri), Hoyvík, Hvalvík, Selatrað, Leirvík, Klaksvík, Kunoy og Mikladali. Harumframt eru aðrar viðarlundir ymsa staðni kring landið, ið tó ikki eru skógfriðaðar. Verða øll øki við viðarvøkstri roknað saman, er samlaða víddin uml. 100 ha.
Sandoyggin er tann einasta av teimum størru oyggjunum, har eingin skógfriðað viðarlund enn er komin í lag. Hettar er stórt spell, tí mangan hava fólk úr oynni sett fram ynskið um at fáa skipað eina viðarlund har. M.a. var ætlan frammi í 1980/90-unum um eina størri viðarlund í Traðardali, men hendan ætlanin datt niðurfyri. Skálvíkingurin Hans Jacob Jacobsen (skaldið Heðin Brú) var stóran part av yrkislívi sínum sum landbúnaðarráðgevi limur í Skógfriðingarnevndini, og hann royndi mangan at fáa í lag at stovnseta eina viðarlund í føðioynni.
Í føroysku viðarlundunum vaksa í dag nógv ymisk sløg av trøum og runnum. Hettar er vorðið møguligt, eftir at Føroyar í 1970-árunum sluppu uppí part innan norðurlendskt royndarsamstarv, og soleiðis fingu atgongd til nýtt plantutilfar, ið hóskar væl betur til okkara vakstrarlíkindi. Hóast hesin viðarvøksturin er av fremmandum uppruna, so er hann eitt ógvuliga virðismikið amboð í strevanini eftir at skapa m.a. lívd, heilsubót og trivna, frílendisupplivingar og upplivingar av fagurfrøðiligum slagi, umstøður til uttanduravirksemi og ítrótt, jarðildisbinding, koltvísúrnisbinding (CO2), nýggjar lívsstaðir fyri fuglalív, soppaverur og nógv ymisk smákykt, umframt mangar aðrar bæði samfelagsligar og náttúrufrøðiligar ágóðar. Nýggju træsløgini tykjast at grógva somikið væl, at tey einaferð í framtíðini ivaleyst eisini kunnu gera nyttu sum góður gagnviður til timbur, brenni o.tíl., umframt at ávís sløg hava nyttumøguleika sum prýðisgreinar, jólatrø o.tíl.
Hesi seinnu árini er somuleiðis farið undir at gera væl meira burturúr at varðveita og fjølga um føroyska upprunaviðarvøksturin. M.a. hevur Skógfriðingarnevndin avrátt, at Viðarlundin inni í Dølum í Kirkjubø burturav skal hýsa føroyskum upprunaviðarvøkstri, og soleiðis eisini kunna virka sum eitt in situ savn fyri hesi sløgini.
HVÍ ERU SKÓGIR OG VIÐARLUNDIR TÝDNINGARMIKIL NÁTTÚRULENDI?
Skógarlendi fevna um umleið 30% av heimsins landaøki. Av heimsins skógarlendi eru uml. 95% náttúruskógir, og hin parturin eru gróðursett øki (plantasjur). Skógarlendi hvørva í stóran mun í teimum tropisku økjunum orsakað av ovurnýtslu og umlegging til annað lendisbrúk, men tíbetur er støðan ein onnur uttanfyri tropurnar, har skógarlendini vaksa í vídd sum úrslit av miðvísum politikki frá myndugleikanna síðu. Netto, hvørva tó uml. 7,3 milliónir ha av skógi hvørt ár í heiminum.
Í Norðurlondum eru skógarlendini, og mongdin av lívrunnum tilfari í teimum, tó tíbetur fleirfaldað seinastu øldina, eftir at myndugleikarnir gjørdust varugir við ta skógaroyðing, sum ránnýtingin í 19.-øld førdi við sær. Tí varð byrjað við stórum, almennum endurplantingarætlanum fyri uml. 100 árum síðani í t.d. Írlandi, Skotlandi, Danmark, Svøríki og Noreg. Seinni eru munandi skógarplantingarætlanir eisini komnar í Íslandi. Í Svøríki er uml. 60% av landinum skógarvaksið, í Noregi uml. 37% og í Danmark uml. 11%. Í Føroyum er talið minni enn 0,07% av lendinum.
Nýggjar rannsóknir vísa, at skógirnar eru hin fremsti hátturin at binda sum mest, netto, av koltvísúrni (CO2) á landjørðini her um okkara leiðir. Hetta hendir við binding beinleiðis í viðinum, sum seinni m.a. kann nýtast sum CO2-neutral orkukelda, men í stóran mun eisini í skógarjørðildinum. Sagt verður eisini, at viður er heimsins mest umhvørvisvinarliga ráevni.
Tað er aldargomul vitan, at viðarvøkstur bindur jørðildið væl móti jarðarmáan (erosjón) og minkar um vandan fyri bæði skriðulopum og skalvalopum. Somuleiðis verjir viðarvøkstur tær náttúrligu vatnskipanirnar í lendinum, tí í viðarvaksnum lendi gerst hvørki so lætt turkur ella vatnflóð, sum á berum lendi. Har tey nýta sokallað grundvatn til drekkivatn, verða skógir og viðarvøkstur nógv nýtt til vernd av slíkum lendi.
Hesi seinnu árini er nógv gjørt á rannsóknarøkinum at lýsa og próvgrunda tann stóra og jaliga týdningin, ið skógir, viðarlundir, parkir og onnur grøn øki og vøkstur hava á fólkaheilsuna og trivnaðin hjá fólki. Í Eysturlondum er hettar aldargomul vitan og ásannan, men her í Vesturheiminum er tað serliga tey seinastu 25 árini, at dentur er vorðin lagdur á hesi viðurskifti.
Stórsti, einstaki faktorurin, har meira viðarvøkstur í føroyska landslagnum ivaleyst hevði ført munandi samfelagsligar ágóðar við sær yvir eitt longri tíðarbil, er í sambandi við spurningin um betri lívd. Økt lívd í okkara brúkslendi, t.v.s. í t.d. bústaðarøkjum, ítróttarøkjum, vinnuøkjum, landbúnaðarøkjum o.s.fr., hevði munað væl, tá umræður at fingið minkað um avkølingina og tað neiliga árin, ið avkøling hevur á bæði fólk og fæ, men so sanniliga eisini á eitt nú bygningar og teirra rakstrarøkonomi. Skotskir myndugleikar siga í kunning um byggireglur v.m., at ein lívdarál kring húsini kann skerja CO2-útlátið frá upphitingini eins nógv sum ein lítil húsavindmylla. Á lærda háskúlanum í Bangor í Wales hevur leingi verið granskað í sambandinum millum lívd og trivnað/avdrátt hjá húsdjórum (partur av sokallaða Agroforestry hugtakinum). Teirra rannsóknir vísa greitt, at munandi nytta fæst við øktari lívd.
Hóast tøkniliga framburðin í heiminum er støðan tó hon, at nú á døgum fer framvegis meira enn helmingurin av øllum brúksviði í heiminum til pinnabrenni; til upphiting og til at matgera við.
Skógir hava somuleiðis stóran týdning víða um í heiminum í samband við livilíkindi og virkismøguleikar fyri fólk og fæ. Teir eru av alstórum týdningi í royndunum at berjast ímóti fátækardømi og hungri, umframt at vera við til at tryggja eitt haldgott umhvørvi og góð gróðrarlíkindi.
Nógv sera forvitnislig vitan um skógir, viðarvøkstur, timbur og annað tílíkt, er at finna á m.a. hesum portalinum: http://www.trae.dk/