Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Veðurlagsdagur 2026 

Hevur tú áhuga fyri broytingum í veðurlagnum og ert forvitin eftir at vita meira um veðurlagsbroytingar í einum føroyskum høpi, so ert tú vælkomin á Veðurlagsdag í Kongshøll hósdagin 23. apríl 2026 kl. 13-16.  

Hetta er triðja ári á rað at skipað verður fyri Veðurlagsdegi. Fyrrárið var høvuðsspurningurin “Er føroyska veðurlagið broytt?”. Í fjør snúði dagurin seg í stóran mun um ST-ávísar (indikatorar) fyri veðurlagsbroytingum sæddir úr føroyskum sjónarhorni. Her finnur tú framløgur og samandrátt frá Veðurlagsdegnum í 2024 og 2025

Í ár er høvuðsevnið “ávirkan” og fara fleiri framløgur at snúgva seg um, hvussu Føroyar og vit sum her búgva, eru ella kunnu vera ávirkað av veðurlagsbroytingum. 

Umframt at Veðurstovan, Havstovan o.o. fara at leggja fram nýggjar dátur og vitan um føroyska veðurlagið og ávirkan av veðurlagsbroytingum, eru tvær gestaframløgur: 

Veðurlagsdagurin 2026 er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Veðurstovuna, Havstovuna, Hagstovuna, Landsverk, Fróðskaparsetur Føroya, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Firum. 

Skráin verður tøk seinni.

Tiltakið er alment og ókeypis, men neyðugt er at melda til.

Tilmelding fer fram her.  

Kunngerðir