Vísindavøka á ferð: Hvussu eru føroysku firðirnir broyttir?
Barbara Leone, granskingarhjálpari á Umhvørvisstovuni, fer at greiða frá EcoFar-verkætlanini og arbeiðinum við at kanna broytingar í føroysku firðunum seinastu øldina.

EcoFar savnar og greinar søgulig og nýggj vísindalig data og knýtir tey saman við staðbundnari vitan úr Føroyum. Endamálið er at fáa eina betri heildarmynd av, hvussu føroysku firðirnir hava broytt seg yvir tíð.
Ein partur av arbeiðinum er eisini at savna vitan frá fólki kring landið, sum hava lagt til merkis broytingar í einum firði, sundi, vík ella vág. Leinki til spurnarblaðið er her.
EcoFar er ein samstarvsverkætlan millum Umhvørvisstovuna, Havstovuna, Fróðskaparsetur Føroya, Tjóðsavnið og Firum.
Framløgan verður á Bókasavninum við Løkin mánakvøldið 14. September 2026 kl 19:00.
Skráin fyri framløgurnar mánakvøldið er:
- Upsi og aling – hvat vita vit um seiðin á firðunum og møguliga ávirkan av aling?
- Ása Jacobsen, Havstovan
- Ecofar verkætlanin um føroyskar firðir
- Barbara Leone, Umhvørvivsstovan
- Samanhald gevur styrki – Føroysk kvinnurørsla í 1970- og 1980-árunum
- Margretha Nónklett, Tjóðsavnið
Framløgurnar eru umleið 20 minuttir hvør. Tiltakið er ókeypis.
Full skrá fyri Vísindavøku á ferð sæst her, og skrá fyri Vísindavøkuna í Kongshøll tann 25. september sæst her.

