90 ára starvsdagur á Umhvørvisstovuni
Seinnapartin í dag hevur móttøka verið á Umhvørvisstovuni í sambandi við, at Óli Johansen hevur 50 ára starvsdag og Svanna Justinussen hevur 40 ára starvsdag. Bæði arbeiða á matrikuldeildini á Umhvørvisstovuni.
Óli Johansen byrjaði at læra til landmátarateknikara á Matrikulstovuni í november mánaða 1965, og matrikulin gjørdist hansara lívsstarv. Tá Matrikulstovan í 2007 gjørdist partur av Umhvørvisstovuni, var Óli eitt tað royndasta starvsfólkið á samanlagda stovninum. Óli Johansen hevur serliga arbeitt við útskifting av jørð, og hann er helst tann størsti serfrøðingurin í føroyskum jarðarviðurskiftum, sum vit eiga.
Svanna Justinussen byrjaði í skrivstovulæru á Matrikulstovuni í september 1975. Sum fráleið fekk Svanna sum uppgávu at føra matrikulskránna og at góðskutryggja øll avgreidd matrikuler mál. Hon hevur sostatt havt ein sera týdningarmiklan leiklut í tí føroysku matrikuleru umsitingini tey flestu árini, hon hevur verið í starvi. Tá Matrikulstovan í 2007 gjørdist partur av Umhvørvisstovuni, yvirtók Svanna eisini ein part av uppgávunum á landsfólkayvirlitinum.
Á móttøkuni fingu Óli Johansen og Svanna Justinussen handað heiðurstekin frá Margretu drottning.