Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

100 ára starvsdagur á Umhvørvisstovuni

Fríggjadagin frá kl. 15-17 verður almenn móttøka á Umhvørvisstovuni í sambandi við, at Mona Wang og Antines Iversen hava 50 ára starvsdagar.

Fríggjadagin verður sannur hátíðarrómur á Umhvørvisstovuni, tá ikki færri enn tvey starvsfólk kunnu halda sín 50 ára starvsdag.
 
Mona Wang hevur verið í almennum starvi síðani mai mánað 1963, tá hon byrjaði sum lærlingur á Dómaraskrivstovuni. Eftir lokna lærutíð tók hon við starvi á tinglýsingini, har hon hevur verið síðani. Tá tinglýsingin fyri nøkrum árum síðani varð yvirtikin, varð Mona eitt av teimum starvsfólkunum, sum var við til at fyriskipa tinglýsingina í teimum nýggju kørmunum á Umhvørvisstovuni. 
 
Mona Wang 
Mona Wang er sjálv ímyndin av eini vælvirkandi føroyskari tinglýsing. Hon er vird av bæði starvsfeløgum og viðskiftafólki, og altíð góð í ráðum. Hennara stóra vitan og kunnleiki er eisini ein fortreyt fyri framtíðar menning av føroysku tinglýsingini.
 
Antines Iversen byrjaði at læra til landmátarateknikara á Matrikulstovuni á sumri 1963, og matrikulin gjørdist hansara lívsstarv. Tá Matrikulstovan í 2007 gjørdist partur av Umhvørvisstovuni, var Antines eitt tað royndasta starvsfólkið á samanlagda stovninum.
 Antines Iversen
 
Millum starvsfelagarnar er Antines Iversen kendur sum ein sera nærlagdur og álítandi starvsfelagi. Honum dámar serstakliga væl at vera úti og gera uppmátingar, og tað mann ikki vera nakar krókur eftir í landinum, sum Antines ikki hevur vitjað.
 
Øll eru hjartaliga vælkomin at halda hátíðardagin saman við Monu Wang og Antines Iversen.
 
 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Petur Nielsen, telefon 342400 ella peturN@us.fo.