Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vakstrarhúsgass

Útlát av vakstarhúsgassi og veðurlagsbroytingar, er ein av stóru alheims umhvørvistrupulleikunum. Keldurnar til útlát av vakstrarhúsgassi stava í stóran mun frá brenning av olju, koli og øðrum fossilum brennievnum. Øktu nøgdirnar av vakstrarhúsgassi í lofthavinum virka sum ein eyka bjálving av jørðini, við tað, at tær halda aftur hita, sum annars hevði farið út í rúmdina. Halda vit á at økja um útlátið av vakstrarhúsgassi, hækkar miðalhitin á jørðini og ymiskar broytingar í veðurlagum fara at merkjast.

Hvat er vakstrarhúsgass?

Vakstrarhúsgass kunnu samanberast við glasið í einum vakstrarhúsi, tí tey, eins og glasið, forða fyri, at hitin, sum ljósið frá sólini skapar á jørðini, sleppur út aftur. Jú størri nøgdin av vakstarhúsgassi er í luftini, jú minni av hita sleppur út í himmalrúmið, og jú meira økist hitin á jørðini. Sí myndina her:


Kelda: Skov- og naturstyrelsen, www.sns.dk

Natúrligu vakstrarhúsgassini fevna um vatndamp (H2O), koldioxid (CO2), metan (CH4) og láturgass (N2O). Hesi gass gera, at miðalhitin á jørðini er á leið 15°C og ikki minus 18°C, sum hitin hevði verið, um ongi vakstrarhúsgass vóru. Vatn, koldioxid og metan koma frá natúrligum tilgongdum, sum eisini høvdu farið fram, um eingi menniskju vóru á jørð.

Mannaskapt útlát av CO2, CH4, N2O og sokallaðu F-gassunum, elva til eina enn størri upphiting av jørðini. Orsakað av mannaskaptu útlátunum av vakstarhúsgassi, er miðalhitin á jørðini síðstu 100 árini øktur við umleið 0,7°C.

F-gassini, eru gass, sum innihalda fluor, t.d. perfluorcarbon (PFC), hydrofluorcarbon (HFC) og svávulhexafluorid (SF6). Útlát av hesum gassum stava fyrst og fremst frá ídnaðarligum tilgongdum og frá nýtslu av kølitólum og øðrum.

Fyri at kunna samanbera, hvussu stóra upphiting einstøku vakstrarhúsgassini hava, verður mátieindin GWP (Global Warming Potential ella upphitingarevni) brúkt. GWP sigur, hvussu stórt upphitingarevni eitt vakstrarhúsgass hevur, í mun til upphitingarevnið hjá CO2, í báðum førum í eitt 100 ár tíðarskeið. Upphitingarstyrkin hjá CO2 er sett til 1.

Upphitingarstyrkir:

• CO2: 1
• CH4: 21
• N2O: 310
• HFC-134a: 1300
• SF6: 23900

Eitt lítið útlát av einum gassi við høgum upphitingarevni, t.d. SF6, kann føra við sær størri upphiting, enn eitt stórt útlát av einum gassi við lítlum upphitingarevni, t.d. CO2.