Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Innasta punkt í landinum

Innast í Føroyum – tað staðið, túr ert longst frá havinum – er í Norðstreymi sunnanvert Saksunardal. Staðið er einar 200 m eystan fyri tað hægsta á fjallinum Lítla, sum er 572 m høgt.

Staðið er í umleið 500 m hædd og knattstøðan er:

LongitudeLatitude
7.13195° V62.20201° N
7° 07′ 55” V62° 12′ 07” N

Sum myndin til høgru vísir, eru tað oman fyri 5 km (5.330 m) út til strondina og longri enn hetta, slepst ikki frá havinum í Føroyum.

Myndirnar omanfyri vísapunktið úti í náttúruni.

Punktið, sum sæst her á myndini, sæst eisini á foroyakort.fo
2. hvítusunnudag 2020 vóru landmálararnir Stein Fossá og Petur Nielsen á staðnum og merktu punktið við einum spískum steini.