Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vápn

Fyrisitingin av vápnum bleiv lutvíst yvirtikin til føroyskt málsøki við Løgtingslóg nr. 81 frá 22. mai 2015 um vápn o.a.

Umsitingin av vápnum er býtt sundur soleiðis, at Umhvørvisstovan umsitur lóggávuni viðvíkjandi høglbyrsum, luftbyrsum, fjarðabyrsum og sláturamboðum, meðan løgreglan umsitur lóggávuna viðvíkjandi riflum og øðrum kraftamiklari vápnum.

Umsitingin av vápnum á Umhvørvisstovuni fevnir um skráseting av vápnum, vápnaprógv, góðkenning av veitarum av vápnatrygdarskeiði og útflutningsloyvi, undir hesum vápnapass.

Á hesi síðu kanst millum annað skráseta títt vápn, søkja um vápnaprógv og finna tilfar til vápnatrygdarskeið. Við at trýsta á leinkjurnar í kassanum niðanfyri, kemur tú beinleiðis til tað kunning tú leitar eftir.

Á hesi síðu

Skráseting av vápnum

Sambært kunngerð um skráseting av skotvápnum skulu høglbyrsur, luftbyrsur størri enn kalibur 5,5 mm og skotvápn, sum løgreglan umsitur, t.e. riflur, skrásetast í vápnaskránni, sí Lógasavn (logir.fo).

Tá vápn skiftir eigara, skulu seljari og keypari í felag umskráseta skotvápnið.

Vápnaprógv

At rokna frá 1. januar 2017 krevst vápnaprógv til at flyta inn, flyta út, útvega sær, hava inni ella ganga við skotvápnum sum høglbyrsum, luftbyrsum kalibur størri enn 5,5 mm og riflum. Umframt vápnaprógv til riflur krevst loyvi frá løgregluni at eiga og nýta riflur.

Luftbyrsur kalibur 5,5 mm og minni, fjarðabyrsur og sláturamboð eru ikki fevnd av kravinum um vápnaprógv.

Persónar, sum eru 18 ár ella eldri og hava staðið vápnatrygdarskeið, kunnu søkja um vápnaprógv. Loyvt er persónum millum 16 og 18 ár, sum hava staðið vápnatrygdarskeið, at nýta høglbyrsur, tá tey eru saman við persónum, ið hava vápnaprógv og eru 25 ár ella eldri. Í ítróttarhøpi er einki aldursmark at nýta høglbyrsu, tá persónar eru undir eftirliti av góðkendum skjótivegleiðara og á ítróttarskjótibreyt.

Persónar, sum eru føddir 31. desember 1985 ella áðrenn og sum tann 1. januar 2016 ella áðrenn lógliga áttu skotvápn, nýtast ikki at hava staðið vápnatrygdarskeið fyri at søkja um vápnaprógv. Lógligi ognarskapurin verður váttaður undir revsiábyrgd í umsóknini.

Søkjast kann um vápnaprógv við og uttan vápnatrygdarskeiði.

Fyri vápnaprógv skal eitt gjald á kr. 250,- rindast Umhvørvisstovuna. Goldið verður á konto í Betri banka, kontonummar: 9181-0005002100, IBAN-nummar: FO4891810005002100 vísandi til vápnaprógv.

Tá søkt verður um vápnaprógv skal hetta viðleggjast umsóknini:

Vápnatrygdarskeið

Umhvørvisstovan góðkennir teir persónar, fyritøku og onnur, ið ætla at bjóða út vápnatrygdarskeið. 

Góðkendir veitarar:

Tilfar til vápnatrydgarskeið

Gestavápnaprógv

Persónar, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, kunnu søkja Umhvørvisstovuna um gestavápnaprógv, um viðkomandi hevur galdandi vápnaprógv úr heimlandi sínum. Útlendska vápnatrygdarskeiðið skal vera á minst sama stigi sum føroyska vápnatrygdarskeiðið. Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni góðkennir útlendsk vápnatrygdarskeið. Í løtuni eru niðanfyri standandi útlendsku vápnatrygdarskeið góðkend:

Úr Danmark

• Jagttegn

• Flugtskydningsintruktør

Úr Íslandi

• Skotvopnaskírteini

• Skotvopnaleyfi

Úr Noregi

• Våpenkort

Úr Svøríki

• Jägerexamen

Gestavápnaprógv er galdandi í 3 mánaðar frá útflýggjan. Fyri gestavápnaprógv skal rindast eitt gjald á kr. 250,- til Umhvørvisstovuna. Goldið verður á konto í Betri banka, kontonummar: 9181-0005002100, IBAN-nummar: FO4891810005002100 vísandi til gestavápnaprógv.

Søk um gestavápnaprógv við at senda ein teldupost til vapn@us.fo

Innflutningur av skotvápnum

Fyri innflutning av høglbyrsum og luftbyrsum við kalibur størri enn 5,5 mm krevst einans vápnaprógv, t.e. við ella uttan vápnatrygdarskeiði. Fyri riflur krevst umframt vápnaprógv serstakt loyvi frá løgregluni.

Útflutningsloyvi

Fortreytin fyri loyvi til útflutning av skotvápnum er vápnaprógv við vápnatrygdarskeiði, sí Kunngerð nr. 6 frá 13. januar 2021 um krøv til innflutning, útflutning, goymslu o.a. av vápnum og lóðri Lógasavn (logir.fo).

Útflutningsloyvi til høglbyrsur og luftbyrsur, undir hesum lóður, kunnu hava eina gildistíð á 1 ár.

Vápnapass

Umhvørvisstovan gevur eftir umsókn vápnapass til umsøkjarar við vápnaprógvi við vápnatrygdarskeiði til høglbyrsur og luftbyrsur við kalibur størri enn 5,5 mm. Vápnapass hevur eina gildistíð upp á 5 ár og kann nýtast við ferðing til skotkappingar, ítróttarlegur, veiðu o.tl. í loyvistíðarskeiðinum.

Til umsóknina um vápnapass krevst:

1)   upplýsingar um navn, føðingardag, persónstal og bústað

2)   mynd av undirskrift

3)   passmynd, sum ikki er eldri enn 2 ár

4)   upplýsingar um navn, modell og seriunummar á skotvápninum og

5)   vápnaprógvnummar

Fyri vápnapass skal eitt gjald á kr. 500,- rindast Umhvørvisstovuni. Goldið verður á konto í Betri banka, kontonummar: 9181-0005002100, IBAN-nummar: FO4891810005002100 viðmerk flytingina vápnapass.

Burturmist vápnaprógv og/ella vápnapass

Tá man hevur mist sítt vápnaprógv burtur og tí søkir um nýtt vápnaprógv, skal revsiváttan, sum ikki er eldri enn 6 mánaðir, og kvittan fyri gjald um vápnaprógv, sendast til vapn@us.fo. Gjaldið á kr. 250,-, sum skal rindast Umhvørvisstovuni, verður goldið á konto í Betri banka, kontonummar: 9181-0005002100, IBAN-nummar: FO4891810005002100 viðmerkt vápnaprógv.


Tá man hevur mist vápnapass burtur og tí søkir um nýtt vápnapass, skal sama umsóknarmannagongd fylgjast sum við upprunaligu umsóknini, sí omanfyri um vápnapass.

Gjaldið á kr. 500,-, sum skal rindast Umhvørvisstovuna, verður goldið á konto í Betri banka, kontonummar: 9181-0005002100, IBAN-nummar: FO4891810005002100 viðmerkt vápnapass.

General information about weapons permit