Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Útbygging av virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri fingið góðkenning sambært havumhvørvisverndarlógini og tilhoyrandi umhvørvisárinsmeting.

Tað verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hevur góðkent verkætlan hjá Varðanum Pelagic, at útbyggja virksemið hjá Varðanum Pelagic á havnarlagnum á Tvøroyri við framleiðslu av fiskaproteini og lýsi. Góðkenningin hevur heimild í § 21 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum.

tíðindaskriv.

Góðkenningin er almenn, og kann síggjast her.

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kærufreistin er fýra vikur frá tí at avgerðin er almannakunngjørd, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 23. desember 2024.

Møgulig kæra skal sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýriskvinnuna saman við viðkomandi skjølum.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.