Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisstovan heldur seg til lógina

Nýggja lógin um landsjørð gevur heimild til at fráskilja ognir úr festum, men Umhvørvisstovan kann ikki játta frámatrikulering, fyrrenn at matrikullógin er broytt samsvarandi. Tað arbeiðið er farið í gongd.

Kjak hevur í seinastuni tikið seg upp um lógina um landsjørð og um broytingarætlanir hjá landsstýrismanninum í tilfeingismálum. Í tí sambandi hevur verið ført fram, at Umhvørvisstovan hevur ikki viljað góðkent frábýti av bygningum á festinum. Eitt nú hevur verið sagt, at Umhvørvisstovan hevur broytt umsitingarliga tulking.

Gjørt vart við trupulleikan
Umhvørvisstovan hevur ikki broytt nakra fyrisitingarliga tulking av hvørji frábýtir kunnu loyvast sambært matrikuleringslógini. Umhvørvisstovan hevur hinvegin gjørt vart við, at nýggja búnaðarlóggávan krevur eina broyting í matrikullógini, áðrenn tað kann lata seg gera at frámatrikulera umrøddu partar av festum. Umhvørvisstovan umsitur matrikullógina, sum er grundarlagið fyri allari ognarstaðfesting í landinum, og í hesi lóg er ásett, hvørji sundurbýti og hvørjar  matrikulerar broytingar annars eru loyvdar. Í matrikullóggávuni er eingin áseting um, at tað ber til at frámatrikulera bygningar á festijørð.
Umhvørvisstovan boðaði beinanvegin Búnaðarstovuni frá trupulleikanum og at Umhvørvisstovan vil virka fyri at fáa neyðugar broytingar inn í  lógina um matrikulering, soleiðis at samsvar gerst ímillum búnaðarlóggávuna og matrikullóggávuna. Tað er harmiligt um hesin boðskapur ikki er borin víðari til bóndur, sum í góðari trúgv hava søkt Búnaðarstovuna um loyvi til at ogna sær bygningar, sum standa á festinum. Men tað er neyðugt at fáa lógarheimildina uppá pláss, áðrenn til ber at frámatrikulera av festum.

Lógarbroyting til hoyringar í heyst
Arbeitt verður við broytingum í matrikullógini, har broytingarnar í tilknýti til lóg um landsjørð helst kunnu verða tiknar við. Lógarbroytingin av matrikullógini er fráboðað og verður send til hoyringar í næstum.

Jákup Pauli Joensen, stjóri
Umhvørvisstovan
Um tú hevur viðmerkingar ella vil vita meira er tú vælkomin at seta teg í samband við
Umhvørvisstovuna, telefon 342400.

Les meira um frábýti av bygningum á festijørð
Í nýggju lógini um landsjørð fær Búnaðarstovan heimildir at selja festara sethús, fjós og
aðrar bygningar, sum hoyra til festið. Men tá ið lógin um landsjørð var broytt í 2007, vóru
ongar konsekvensbroytingar gjørdar í matrikullógini.
Tí er ósamsvar millum heimildirnar hjá Búnaðarstovuni og heimil dirnar hjá
matrikulmyndugleikanum til at fremja sundurbýti. Tær heimildirnar eru ásettar undir parti
B í matrikullógini.

Matrikullógin umrøður ítøkiliga, nær jørð kann býtast frá móti  at verða løgd saman við
aðrari ogn.  Eitt nú verður heimilað frábýti til urtagarðsbrúk,  viðalundir og til almenna
nýtslu.  Ætlaða sundurbýtið av landbúnaðarbygningum á festijørð er ikki fevnd av hesum
ásetingum.

Í lógini er ein undantaksmøguleiki, sum opnar fyri at ogn kann býtast sundur, tá tað eftir
matrikulstovunnar meting, sum skal góðkennast av landsstýrinum, eru serligar umstøður, ið
tala fyri sundurbýti.

Hendan áseting er ikki nógv brúkt, og skal tað valla heldur,  men kann í
ávisum førum verða ein møguleiki, tá serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Sundurbýti kann eisini verða játtað, tá jørð, ið er búgvin sum byggilendi, verður ynskt frábýtt
til byggigrundir.

Umhvørvisstovan metir ikki, at búnaðarjørð/festijørð kemur undir hesar
ásetingar við tað, at landbúnaðarbygningar ofta liggja burtur frá økjum, sum eru ætlað sum
byggilendi.

§ 16 í matrikullógini inniheldur ein sonevndan positivlista fyri, nær sundurbýti kunnu
fremjast:

a. tá eigindómsins lutir eru so spjaddir, at tað fyri røktina av jørðini er best, at hann, allur
sum hann er, verður lagdur afturat øðrum eigindómum,
b.  tá lutur, sum liggur fyri seg, verður ynsktur frábýttur til samanleggingar við
grannalut, sum hoyrir til annan eigindóm,
c.  tá allur parturin hjá einum eigindómi í einum felagseigindómi verður ynsktur
frábýttur til samanleggingar við partin hjá øðrum eigindómi í sama felagseigindómi,
d. tá lutur ella partur í felagseigindómi verður ynsktur fluttur frá einum eigindómi til
annan, og eigindómanna eginleiki sum brúk av hesum ikki verður munaliga broyttur,
e. tá jørð verður ynskt frábýtt til urtagarðsbrúk ella viðalundir,
f. tá jørð, ið er búgvin sum byggilendi, verður ynskt frábýtt til byggigrundir,

g. tá jørð verður ynskt frábýtt til almenna nýtslu,
h. tá tað eftir matrikulstovunnar meting, sum skal góðkennast av landsstýrinum, eru
serligar umstøður, ið tala fyri sundurbýti.