Umhvørvisgóðkenning fyri víðkaðu útfyllingina Niðri við Sand í Søldarfirði
Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan 19. desember 2023, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum hevur góðkent:
At Runavíkar kommuna, Heiðavegur 26, 600 Saltangará, fær umhvørvisgóðenning til at víðka útfyllingina út á sjógv Niðri við Sand í Søldarfirði.
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og her
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 16. januar 2024 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo.
Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna víðari til landsstýriskvinnuna saman við viðkomandi skjølum.